28.10.2013
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kunningarátak um sjúkrarøktarfrøði

Eftir summarfrítíðina byrjaði flokkur 2011 á Sjúkrarøktarfrøðideildini við eind 9. Tað, sum flokkurin miðvíst hevur arbeitt við, er kunningarátøk.


Endamálið við hesi eind er “Heilsufremjandi og fyribyrgjandi leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í samfelagsligum høpi” og at lesandi skilja, hvønn týdning sjúkrarøktar-  og heilsunámsfrøði hava í sambandi við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir í heilsuverkinum og í samfelagnum. Harafturat er endamálið, at lesandi menna førleikarnar at greina og miðla sjúkrarøktarfakligar spurdómar í samfelagsligum og mentanarligum høpi.

Í hesum sambandi hava lesandi í viku 42 arbeitt við at gera kunningarátøk. Úrslitið bygdi á ymiskar hættir at gera og miðla t.d. filmskut, faldarar og ljóðbrot, sum øll høvdu ein greiðan og fangandi boðskap og greiðan málbólk. Evnini í kunningarátøkunum fevndu um faldarar við heitunum “Hevur tú HUG?”, sum snýr seg um svøvnvanar hjá børnum og ungum. Og “Vilt TÚ hava stress”, sum eru um góð ráð um strongd og hvussu vit kunnu sleppa undan at streingjast. Stuðlað varð undir boðskapin í faldaranum við einum ljóðbroti.

Tvey filmskut við heitunum ávikavist “Hondreinføri” og  "Trin fyri trin - og tú ert á rættari kós" greiða frá ókeypis rørslumøguleikum. Arbeiðið var væleydnað, og kann, við smávegis tillagingum, fjølmiðlast.

Les faldaran um svøvn hjá børnum