03.01.2012
Skriva út

Kunningarfundir um Nordplus

Í sambandi við næstu umsóknarfreist til Nordplus, ið er 1. mars 2012, skipa Altjóða Skrivstovan og NVL fyri kunningarfundum á hesum støðum:


  • 10.01.12 Nordplus Vaksin: Norðurlandahúsið, kl.14-16
  • 12.01.12 Nordplus Junior: Fuglafjarðar Skúli, kl.14.30-16
  • 16.01.12 Nordplus Junior: Eysturskúlin, kl. 14-15.30


Nordplus er ein útbúgvingarskipan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið veitir góðan fíggjarligan stuðul til mobilitet, verkætlanir og netverk og vendir sær til allar stovnar, felagsskapir, fyritøkur, lærarar, granskarar og onnur áhugað, sum arbeiða við útbúgving og lívslangari læring.

Nordplus Vaksin skipanin vendir sær til øll, sum hava við læring hjá vaksnum at gera. Málbólkurin fevnir tí eisini um fakfólk, ið t.d. granska í námsfrøði, sernámsfrøði, grundleggjandi lesi- og skriviførleikum og frálærufrøði við atliti at vaksnum fólki.

Nordplus Junior skipanin vendir sær til forskúlar, fólkaskúlar, framhaldsskúlar og miðnámsskúlar.

Endamálið við Nordplus er m.a.:

•    at styrkja og menna samstarv millum skúlar, lærarar og lesandi á øllum útbúgvingarstigum
•    at menna dygd og nýskapan í útbúgvingarskipanunum við atliti at lívslangari læring
•    við skipaðum umbýti av royndum og góðari praksis at stuðla, menna, gagnnýta og kunna um nýskapandi lærumøguleikar og arbeiðshættir í sambandi við útbúgving
•    skapa áhuga fyri, vitan um og fatan av norðurlendsku málunum
•    virka fyri norðurlendskari og baltiskari mál- og mentanarfatan

Skrá:

•    Kunning um Nordplus rammuskránna og ávíkavist Nordplus Junior og Vaksin
•    Framløgur um ymsar Nordplus-verkætlanir, ið fevna um dømi um góða praksis, úrtøku og royndir hjá føroyskum luttakarum
•    Vegleiðing, ið m.a. fevnir um hesir spurningar: Hvat slag av samstarvsvirksemi kann stuðul søkjast til? Hvørjar upphæddir er talan um? Hvussu finni eg samstarvsfelagar í hinum luttakaralondunum? Hvat er ein góð umsókn? Hvussu geri eg brúk av online-umsóknarskipanini hjá Nordplus? 

Les meira um ymsu skipanirnar á www.nordplusonline.org

Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin!

Vinaliga vegna Altjóða Skrivstovuna og NVL (norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring)

Holger Arnbjerg og Elisabeth Holm