University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kunningartiltak á Østrøm
27.02.2013
Altjóða Skrivstovan

Kunningartiltak á Østrøm

Hóskvøldið 28. februar kl. 19 verður skipað fyri kunning um útbúgvingarnar á Setrinum á Østrøm


Fríggjadagin 15. mars er umsóknarfreist til at søkja inn til lestur á Fróðskaparsetur Føroya eftir kvotu 2.

Kvota 2 er møguleikin hjá teimum, har miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott ella har umsøkjari hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri. Tá verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina.

Í hesum sambandi verður skipað fyri kunning um útbúgvingarnar. Í Havn verður kunning hóskvøldið 28. februar kl 19 við almennum tiltaki á Østrøm. Her fáa fólk høvi at hoyra nærri um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum til heystar. Í ár er møguligt at søkja inn á 7 ymiskar útbúgvingar á Setrinum. Hesar eru:

•    Lærari
•    Námsfrøði
•    Sjúkrarøktarfrøði
•    Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
•    Politikkur og umsiting
•    Søga
•    Føroyskt

Altjóða Skrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya luttekur eisini við kunning um kvotu 2 umsóknir til upptøku til lestur í Danmark.

Setrið bjóðar okkurt leskiligt og lesandi av tónleikalinjuni á Námsvísindadeildini fara at undirhalda við tónleiki.

Nærri kunning um upptøku 2013 og útbúgvingarnar eru at finna á setur.fo.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga