University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kunningartiltak um masterlæru á Søgu- og Samfelagsdeildini
15.05.2015
Søgu- og samfelagsdeildin

Kunningartiltak um masterlæru á Søgu- og Samfelagsdeildini

Í samband við, at tikið verður upp til nýggju masterútbúgvingar í søgu, sosialvísindum og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting komandi lestrarár, verður skipað fyri kunnandi fundi.


Hesin kunnandi fundur um útbúgvingarnar og serliga útbúgvingarleistin verður mánakvøldið 18. mai kl. 19.30 á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, gøtuhæddin, Tórshavn.

Tað verður Gestur Hovgaard, lektari og útbúgvingarleiðari, ið fer at greiða frá útbúgvingini og svara spurningum.

Masterlæra er masterskipan ment við støði í, at ein lítil arbeiðsmarknaður sum tann føroyski hevur bæði tørv á fólki við fakligari dýpd, men samstundis eisini við breidd í kompetansum. Fyriuttan førleikar á einum høgum altjóða støði, verður dentur lagdur á, at hvør lesandi skapar sær ein sjálvstøðugan fakligan profil. Tað verður gjørt ígjøgnum uttanlandauppihald, praktikkuppihald á virki ella stovni, og gjøgnum problemgrundaðar verkætlanir.

Nærri kunning um hesar útbúgvingar og serliga útbúgvingarleistin sæst á her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum