University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kunningartiltøk um útbúgvingarnar
19.02.2013
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Kunningartiltøk um útbúgvingarnar

Fríggjadagin 15. mars er umsóknarfreist til at søkja inn til lestur á Fróðskaparsetur Føroya eftir kvotu 2.


Kvota 2 er møguleikin hjá teimum, har miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott ella har umsøkjari hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri. Tá verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina.

Í hesum sambandi verður skipað fyri kunning um útbúgvingarnar. Altjóða Skrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya luttekur eisini við kunning um kvotu 2 umsóknir til upptøku til lestur í Danmark. Byrjað verður í Suðri, har kunning verður komandi hósdag 21. februar á Miðnámsskúlanum í Hovi. Um dagin verður kunning fyri næmingum á Miðnámsskúlanum og um kvøldið kl 19 verður almenn kunning fyriskipað á sama staði kl 19. Her fáa fólk høvi at hoyra nærri um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum til heystar. Í ár er møguligt at søkja inn á 7 ymiskar bachelorútbúgvingar á Setrinum. Hesar eru:

•    Lærari
•    Námsfrøði
•    Sjúkrarøktarfrøði
•    Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
•    Politikkur og umsiting
•    Søga
•    Føroyskt

Nærri kunning um upptøku 2013 og útbúgvingarnar eru at finna á setur.fo.

Kunningin verður skipað soleiðis fram til freistina 15. mars á miðnátt:

•    Hósdagin 21. februar á Miðnámsskúlanum í Suðri
•    Týsdagin 26. februar á miðnámsskúlunum í Klaksvík um dagin og á Klaksvíkar Bókasavni er almenn kunning kl 19 um kvøldið
•    Mikudagin 27. februar á Fiskivinnuskúlunum í Vestmanna um dagin
•    Hóskvøldið 28. februar á Østrøm á Skálatrøð er almenn kunning kl 19 um kvøldið
•    Mánadagin 11. mars á miðnámsskúlunum á Kambsdali





Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum