Skriva út

Kveikingarfundur

Týsmorgunin tann 12. februar, bjóðar Fróðskaparsetur Føroya politikarum og fjølmiðlum til morgunmatar og spennandi kjak um framtíðar útbúgvingarumhvørvi í Føroyum.


Morgunmatarfundurin kom í lag, tí eitt av teimum heitu evninum í valstríðnum var tosið um altjóða universitet. Í nýggja samgonguskjalinum stendur soleiðis:

 

“Gjørd verður ætlan fyri, hvussu vit økja munandi um tilboðini innan hægri lestur og gransking í Føroyum. Fróðskaparsetur Føroya verður ment til eitt kappingarført universitet.”

 

 

Við at skapa ein dialog kunnu vit vera við til at stuðla hesum arbeiði. Á fundinum fara vit at kunna um, hvat vit hava at bjóða á Fróðskaparsetrinum og vísa á framtíðar møguleikar.

 

 

Fleiri politikarar hava boðað frá, at tey koma til morgunmatarfundin, so vit rokna við einum spennandi kjaki um framtíðina hjá Fróðskaparsetrinum.