08.03.2022
Setrið Setursskrivstovan
Skriva út

Kvinnudagurin er áminning til okkum øll

8. mars støðga vit á og eyðmerkja ójavnan, sum enn er, og mæla til at seta størri ferð á gongdina fram móti javnrættindum millum kynini.

Á Fróðskaparsetrinum vundu vit Merkið í húnar hátt frá morgunstundini, tí hesin dagurin er serligur og ber í sær ein boðskap, sum ikki slepst undan at taka í álvara, skulu vit skapa eina betri framtíð fyri okkum øll.

Dagurin er eisini ein áminning um, at vit enn ikki eru komin á mál, hvørki altjóða ella her heima í Føroyum.

Her á Setrinum staðfesta vit, at gentur og kvinnur umboða stóran part av teimum lesandi, men vit staðfesta eisini, at kvinnur mangla í leiðslulagnum á Setrinum. Í leiðslubólkinum eru seks menn og bara ein kvinna, og vit hava bara ein kvinnuligan professara, sum fyri aldur er farin niður í tíð.

Hetta eiga vit at bøta um.

Vit staðfesta eisini, at í samfelagnum annars eru ójavnar, sum treingjast til ábót.

Vit hava enn ein sera kynsuppbýttan arbeiðsmarknað, har siðbundin kvinnufak verða illa lønt, umframt at kvinnur hava stórt ólønt arbeiði, sum aftur ger, at tær ikki eru eins væl fyri fíggjarliga, tá pensjónsárini koma.

Mest týðiligur er ójavnin tó í landsstýrinum, har bara menn hava landsstýrissessir.

Í javnstøðulógini stendur í fyrstu grein, at lógin hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn.

Tað eiga vit at vísa í verki, bæði politiskt og í samfelagnnum annars.

Fróðskaparsetur Føroya