University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kvøldskráin fyri Markleys Útbúgving 2014
11.09.2014
Altjóða Skrivstovan

Kvøldskráin fyri Markleys Útbúgving 2014

Eins og undanfarin ár er skráin fjølbroytt við umboðum frá øllum hægri útbúgvingum í Føroyum, okkara grannalondum og meira fjarskotnum londum, sum t.d. Póllandi og Austra


Í ár er 12. árið á rað at skipað verður fyri útbúgvingarmessuni Markleys Útbúgving.

Eins og undanfarin ár er skráin fjølbroytt við umboðum frá øllum hægri útbúgvingum í Føroyum, okkara grannalondum og meira fjarskotnum londum, sum t.d. Póllandi og Australia.

Markleys Útbúgving roynir at kveikja tykkara áhuga fyri víðari lestri. Lestrarmøguleikarnir eru nógvir, og kunnu tykjast bæði spennandi, men eisini ringir at fáa yvirlit yvir. Tí eru Altjóða Skrivstovan við Setrið og lestrarvegleiðararnir til reiðar at veita vegleiðing í spurningum, sum viðvíkja vali av útbúgving.

Vit eggja tykkum staðiliga til at fara til fyrilestrar og at tosa við serfrøðina, sum mannar básarnar, so tú fært íblástur og ítøkiliga vegleiðing í, hvagar tú kanst fara.

Kvøldskráin_MÚ

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  2. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  3. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku