University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Freist2.jpg
12.04.2021
Setrið Lestrarskrivstovan

Kvota 2: Evstamark nærkast

Lestrarskrivstovan hevur víðkaðar upplatingartíðir mikudagin, nú umsóknir gjøgnum kvotu 2 skulu latast inn áðrenn midnátt hósdagin 15. apríl

Ætlar tú tær at søkja inn á Setrið gjøgnum kvotu 2 í ár, so er at spíska blýantin og fáa øll skjalprógv til vega nú.

Freistin er nevniliga á midnátt hósdagin í hesi vikuni, og í tí sambandi hava tit kanska tørv á vegleiðing. Hana fáa tit á Lestrarskrivstovuni í J.C. Svabosgøtu 7, sum hevur telefonnummar 352520 og teldupostadressu lss@setur.fo.

Avgreiðslutíðir eru vanliga millum 10 og 15, men mikudagin 14. apríl eru upplatingartíðirnar longdar til klokkan 18 í sambandi við umsóknarfreistina.

Tit kunnu støkka inn á gólvið ella ringja, og so fáa tit vegleiðing.

At skriva umsókn gjøgnum kvotu2 er sum at skriva umsókn til starv, har tú skalt sannføra móttakaran um, at tú ert tann rætta/rætti til at fáa plássið. Og allar royndir skulu eisini skjalprógvast.

Vit hava savnað mong góð ráð her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum