Fyribilsuppgerð vísir stóran vøkstur í talinum av fólki, sum søkja gjøgnum kvotu tvey (Foto: Savnsmynd)
Rannvá Dávadóttir
06.05.2020
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Kvota 2: Nógv fleiri umsóknir

Á midnátt 1. mai var evstamark at søkja inn til lestur á Setrinum gjøgnum kvotu tvey. 144 umsóknir komu inn, og tað eru nógv fleiri enn í fjør

Kreppustøðan við koronukríminum hevði við sær, at upprunaliga umsóknarfreistin til kvotu 2, ið var tann 15. apríl, bleiv útsett til 1. mai.

Kvota 2 er fyri umsøkjarar til bachelorlestur, sum ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámsprógvnum til upptøku gjøgnum kvotu 1, umsøkjarar, sum hava útlendsk miðnámsprógv, ella umsøkjarar, sum ikki hava miðnámsprógv. Og mong hava í ár valt møguleikan at søkja gjøgnum kvotu 2.

Vøksturin er 37 prosent

Nakrar útbúgvingar á Setrinum taka bara næmingar inn annaðhvørt ár. Í ár verður aftur upptøka á Náttúruvísindadeildini at lesa bachelor í KT-verkfrøði, lívfrøði og mýlalívsvísindum.

Í ár verða samanlagt 11 bachelorútbúgvingar bodnar út. Meira kann lesast um útbúgvingarnar í okkara e-faldara her.

Býtið av umsóknum gjøgum kvotu 2 er í ár soleiðis (tølini skulu takast við ávísum fyrivarni):

ÚtbúgvingUmsóknir
Sjúkrarøktarfrøði41
Námsfrøði37
Fólkaskúlalærari34
KT-verkfrøði10
Mýlalívsvísindi7
Búskaparfrøði5
Lívfrøði3
Politikkur og umsiting3
Søga2
Føroyskt1
Sosialvísindi og samfelagsvísindi1
Samanlagt144

Til samanberingar var talið av umsóknum gjøgnum kvotu 2 samanlagt 105 í fjør, so umsóknartalið er vaksið við 37 prosentum.

Býtið av umsóknum líkist annars tí, sum vit hava sæð fyrr í kvotu2-skipanini, har útbúgvingarnar sjúkrarøktarfrøði, fólkaskúlalærari og námsfrøði eiga nógv tann størsta partin.

Í ár eru 41 kvotu2-umsóknir til sjúkrarøktarfrøði, sammett við 36 í 2019, 37 umsóknir til námsfrøði, sammett við 29 í 2019 og 34 kvotu2-umsóknir til fólkaskúlalærara, sammett við 20 í 2019. Sostatt er stórur vøkstur í talinum av umsóknum til fólkaskúlalæraraútbúgvingina í ár.

Upptøkukravið til bachelorútbúgvingar á Setrinum er gymnasialt miðnámsprógv, umframt at tað til nakrar av útbúgvingunum krevst, at umsøkjarin lýkur møgulig serkrøv. Nærri kunning um serkrøv eru at finna á heimasíðuni undir teimum einstøku útbúgvingunum. Leinki er eisini til einstøku útbúgvingarnar gjøgnum e-faldaran, sum nevndur er omanfyri.

Freistin at søkja inn gjøgnum kvotu 1 er 1. juli á midnátt, og tá verður einans hugt eftir miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámsprógvnum hjá umsøkjaranum.

Nærri kunning um upptøku sæst HER