University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kvotu 2 umsóknarfreist 15. apríl
10.04.2018
Til lesandi Føroyamálsdeildin Lestrarskrivstovan Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin

Kvotu 2 umsóknarfreist 15. apríl

Nú nærkast umsóknarfreistin at søkja inn til lestur á Fróðskaparsetrinum gjøgnum kvotu 2.


Til bachelorútbúgvingar á Setrinum er upptøkukravið, at tú hevur staðið gymnasialt miðnámsprógv, umframt at tað til nakrar av útbúgvingunum krevst, at tú lýkur møgulig serkrøv. Nærri kunning um serkrøv eru at finna á heimasíðuni inni undir teimum einstøku útbúgvingunum.

Fyri umsøkjarar, sum søkja inn eftir kvotu 1, verður einans hugt eftir miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum. Hinvegin er eisini møguleiki at søkja inn eftir kvotu 2. Hetta er fyri tey, ið antin ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1, ella at tey hava útlendsk miðnámsprógv. Nærri kunning um hetta er at finna HER

Umsóknarfreistin til kvotu 2 er 15. apríl kl. 24:00

Til ber at søkja elektroniskt á netinum. Sí nærri HER.

Í ár verður talan um upptøku til 11 bachelorútbúgvingar. Hesar eru:

Umsóknarbløð, saman við leiðbeiningum og nærri kunning annars, eru at finna HER á heimasíðuni.

Til ber at fáa nærri kunning um at søkja inn eftir kvotu 2 HER, eitt leinki til stroyming, tá ið Fróðskaparsetur Føroya hevði kunningarfund um kvotu 2-umsóknir mikudagin 21. mars.

Nærri kunning fyri hvørja útbúgving sær, er eisini at finna HER

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya