University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Magni Mohr DHS.jpg

Magni Mohr er professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi (Foto: Finnur Justinussen)

Brynhild Thomsen
19.04.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Kynsójavni valdar í fótbóltsgransking

Vísindalig gransking hevur alstóran týdning fyri framburð eisini í fótbólti, men nógv meira verður granskað í monnum enn kvinnum, sigur Magni Mohr, professari, sum er gestaritstjóri á vísindaligum serriti um úrvalskvinnufótbólt

15 nýggjar vísindaligar greinar eru í nýggjum serriti um kvinnuúrvalsfótbólt, sum tíðarritið Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports hevur givið út.

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrium hevur ritstjórnað saman við Maysa de Sousa, lektara (Brasil), Joao Brito, professara (Portugal) og Svein Arne Pettersen, professara (Norra).

- Serritið er kærkomið og lýsir ymisk øki hjá kvinnunum, og tað hevur vantað leingi, sigur Magni Mohr.

Hann hevur sjálvur eisini skrivað fýra av teimum 15 greinunum í ritinum. Greinarnar eru her:

Mohr et al. Skeletal muscle phenotype and game performance in elite women football players

Krustrup et al. Muscle metabolism and impaired sprint performance in an elite women’s football game

de Sousa et al. Nutritional optimization for female elite football players-topical review

Mohr et al. Executive summary: Elite women’s football – Performance, recovery, diet, and health

Alt serritið um úrvalsfótbólt hjá kvinnum kann lesast her.

Hoyrið eisini samrøðu við Magna Mohr í Kvf 19. apríl, har hann m.a. greiðir frá, at fyri hvørja vísindaliga grein, sum er um kvinnur á hesum øki, so eru seks um menn. Samrøðan byrjar á 02:25 her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bryggjan 8.jpg

    Etikkur og vitlíki: Almenn ráðstevna í Kongshøll

  2. jbrcksgøta.jpg

    Summarskeið: Mørk fyri mannarættindum og liberalum fólkaræði

  3. Skærmbillede 20 5 2025 161433 New.Uarctic.Org

    Komið við uppskotum um framløgu til UArctic Congress 2026