01.03.2018
Búskaparráðið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Lægri búskaparvøkstur í 2018

Búskaparráðið hevur endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri árini 2017-2018. Búskaparráðið metir nú vøksturin í 2017 at hava verið eitt vet hægri enn í undanfarnu frágreiðing og vøksturin í 2018 at verða nakað væl lægri enn áður mett.


Hesar broyttu metingarnar av búskaparvøkstrinum árini 2017-18 stava frá nýggjum fortreytum. Útlit eru fyri eini minking í vøkstrinum ella møguligari niðurgongd í 2018 vegna minkandi kvotur, hægri oljuprísir, minni væntaða tøku í alivinnuni og væntaða prísniðurgongd.

BTÚ-vøksturin í 2018 í leypandi prísum stavar í høvuðsheitum frá innlendskum eftirspurningi.

20142015201620172018
Mettur BTÚ_vøkstur í leypandi prísum7,5%5.6%6,8%6,2%0,5%

Sum Búskaparráðið í undanfarnum frágreiðingum hevur gjørt vart við, fer demografiska trýstið hvørt næstkomandi ár tey næstu 20 árini at trýsta útreiðslurnar í heilsuverkinum uppeftir, og tað sama verður galdandi fyri kostnaðin í eldrarøktini. Avleiðingarnar gera tað neyðugt hjá ábyrgdarhavandi politiska myndugleika, so neyvt sum gjørligt, at meta um fylgjurnar, uttan at lata seg misleiða av núverandi “góðu tíðunum”, “stóra arbeiðsvirkninum” ella “vøkstrinum í fólkatalinum”.

Eftir meting Búskaparráðsins er demografi-treytaði fíggjarligi haldføristrupulleikin tann størsta einstaka avbjóðingin móti føroyska samfelagsbúskapinum. Tí eru nýskipanir, ið geva sítt íkast til inntøkur hins almenna, neyðugar, um haldføristrupulleikin skal loysast.

Búskaparráðsfrágreiðingin er at finna á heimasíðu Fróðskaparsetursins/Búskaparráðsins:

Um nakar ynskir at fáa viðmerkingar til várfrágreiðingina 2018, kann viðkomandi venda sær til Sverra Hansen, formann, á tlf. (00299) 55 41 32