14.08.2018
Føroyamálsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Lær teg at skriva greitt og rætt

Í heyst verður aftur møguligt at taka alment skeið í føroyskum á Føroyamálsdeildini

Diplomskeið í føroyskum er gjaldsskeið, sum er ætlað øllum, ið ætla at betra sær um málið í talu og skrift. Arbeitt verður við at fáa mállæruna upp á pláss og harvið stavseting og teknseting.

Tikið verður eisini fram, hvørji hjálparamboð eru til taks, og vant verður at brúka tey, so mest møgulig nytta fæst av teimum.

Skeiðið byrjar 30. august 2018 og endar við próvtøku fyrst í desember. Undirvíst verður á Føroyamálsdeildini hósdagar kl. 16.15 til 19.00 og leygardagar kl. 09.15 til 12.00.
Treyt fyri luttøku er miðnámsskúlaprógv við føroyskum á A-stigi ella samsvarandi. Fólk við royndum í skrivstovuyrki ella øðrum yrki, ið líkist, hava fyrimun.

Les meira um skeiðið her.