Lærara- og námsfrøðilesandi seta KT á breddan
Øll lærara- og námsfrøðilesandi hava saman við undirvísarum á Námsvísindadeildini á Setrinum evnisviku í hesum døgum undir heitinum "KT-nýtsla í stovns- og skúlahøpi"
Kunningartøkni, tilgjørt vit, appir og skíggjar øðrumegin, og børn og ung hinumegin - ella saman. Hesi eru nøkur av evnunum, sum verða endavend hesa vikuna millum tey lesandi á lærara- og námsfrøðingaútbúgvingini á Setrinum.
Sum siður er, so er evnisvika á Námsvísindadeildini hesa seinastu vikuna fyri heystfrítíðina, og nógv verður lagt fyri. Øll hava møtiskyldu, og tað sást aftur fyrrapartin, tá dyrnar brádliga brustu upp út í stóru gongina, og floymur av lesandi kom úr auluni, har viðkomandi fyrílestrar høvdu verið til íblásturs fyri stóru verkætlanirnar, sum gerast skulu.
Summi teirra lesa til fólkaskúlalærara, onnur til námsfrøðing, og felags fyri tey øll er, at tey so ella so koma at brúka KT og tilgjørt vit og at læra børn og ung um tøknifatan, tá tey hava staðið útbúgvingarnar og fara á arbeiðsmarknaðin
Inni í auluni í morgun hevði Ólavur Ellefsen, sum veit so at siga alt um KT, m.a. víst, hvussu forrit og appir við tilgjørdum viti verða brúkt, og í miðdeplinum á framløguni var lærandi spøl. Og eisini hevði Iben Nyholm Debess, samskipari á nýggja Máltøknideplinum, greitt frá, hvussu máltøkni kann brúkast sum amboð í gerandisdegnum. Nevnast kann, at Iben Nyholm Debess saman við Barbaru Scalvini, adjunkti, mikudagin í næstu viku fer at hava almenna framløgu á tiltakinum "Tilgjørt vit og útbúgving í Føroyum". Teirra framløga kallast "Tilgjørt vit á føroyskum", so hava fólk áhuga, er bara at koma til hesa og hinar framløgurnar, sum tá vera á skránni, sum kann lesast her.
Hesi lesa øll til lærara, og nú gera tey í felag eina heimasíðu við qr-kotu, sum skal kunna brúkast í undirvísingarhøpi. Tá so mong eru við í verkætlanini, fevna førleikarnir so mikið breitt, at hendan verkætlanin ber til at fremja í verki
Í faldaranum, sum Námsvísindadeilin hevur framleitt til evnisvikuna, stendur eitt sindur um, hvønn týdning toymisarbeiði og evnisvikan hevur.
"Hetta er besta vikan í árinum, har lesandi og starvsfólk í felag broyta alt Frælsið 20 til eina aktiva, innovativa, kreativa og granskandi verkstovu. Vit fáa kveikjandi fyrilestrar, vit fáa høvi at bora okkum niður í eitt praktiskt evni, vit fáa høvi at lyfta okkum uppfrá og síggja, hvat okkara javnlíkar gera og við inspiratión frá teimum fara aftur í holt við okkara egna. Tað verður tvørfakligt, sosialt, spennandi, stuttligt og sera læruríkt", ljóðar kveikjandi teksturin m.a., sum starvsfólkini hava skrivað.
Formliga eru góðar grundir til at hava evnisvikuna.
Evnisvikan er viðkomandi hjá bæði lærara- og námsfrøðingalesandi, tí á skúlum og stovnum verður væntað, at tey útbúnu hava førleikar í verkætlanararbeiði (fólkaskúlalógin $9, stk. 2) og til at fyriskipa serlig tiltøk fyri børnum (námsfrøðilig stevnumið, s. 28). Bæði skúlar og stovnar hava jú regluliga evnisvikur. Sostatt er evnisvikan á Námsvísindadeildini beinleiðis heft at komandi yrkinum.
Samstarv, samskifti og uppgávuloysn eru sjálvandi týðandi førleikar í lærara- og námsfrøðingayrkinum, og tí
kann tað ikki undirmetast, at lesandi menna seg á hesum øki undir lestrinum. Teir førleikar, sum ætlanin er, at evnisvikan skal menna, eru m.a.:
• Við praktiskum arbeiði innan fyri karmarnar á temanum fyri evnisvikuni at menna ítøkiligar menningartilgongdir og verkætlanir við støði í viðurkendum ástøðum og háttaløgum
• Arbeiða sjálvstøðugt og samstarva verkliga í toymum
• Loysa ítøkiligar uppgávur sjálvstøðugt og í bólki
• Megna at luttaka í námsfrøðiligum menningararbeiði
• At samskifta um tvørfaklig viðurskifti
• Vísa umhugsni í tvørfakligum samstarvi
• At útinna vitan í verki
Evnisvikan endar fríggjadagin við stórari framsýning klokkan 11, og síðani verða framløgur og felagshugni í auluni.
- 06.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTil minnis um Thomas Hylland Eriksen (1962-2024)Tá ið eg las antropologi á Blindern í Oslo mitt í 1990-ár...
- 06.12.2024Nýggj frágreiðing: Lokalsamfeløg í útnorðriSeinna frágreiðingin, sum er sprottin úr verkætlanini Nor...
- 06.12.2024 Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurFróðskaparrit um menniskjarættindi í FøroyumFróðskapur hevur givið út serrit av Fróðskaparritum við h...