13.10.2022
Setrið Námsvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Læraralesandi á Álkaskeiði í Grønlandi

Trý læraralesandi og ein undirvísari á Námsvísindadeildini luttóku herfyri á Álkaskeiði í Grønlandi.

Álka er eitt netverk innan náttúruvísindalig fak fyri læraralesandi í Norðurlondum, og her hittast fólk javnan á skeiðum, sum hava til endamál at viðgera náttúruvísindaligar spurningar og undirvísingarhættir.

Í ár var Universitetið í Grønlandi vertur fyri Álkaskeiðinum, og høvuðsevnið var ”Undirvísing í veðurlagsbroytingum í fólkaskúlanum” úr námsfrøðligum sjónarhorni. 

30 fólk luttóku á skeiðinum, sum varpaði ljós á spurningar so sum ”Hvussu nýta vit ymiskar undirvísingarhættir um verðurlagsbroytingar í Norðurlondum?”, ”Hvussu undirvísa vit í veðurlagsbroytingum uttan, at tær avleiðingarnar, sum veðurlagsbroytingarnar hava, skulu elva til ræðslu og angist millum børn og ung?” og ”Um innlandsísurin bráðnar meira, enn hann veksur?”

Føroyska ferðaliðið var í bygdini Kangerlussuaq í Vesturgrønlandi, har tey m.a. hittu Lars Demant Poort, sum umboðar ”Joint Science Education Program (JSEP)”, og sum granskar í náttúruni og veðurlagnum á innlandsísinum.

Lars greiddi frá teimum ymsu granskinarmiðstøðunum, sum eru á ísinum, og um arbeiðið við at greina fortíðar atmosferu og veðurlag við at gera umfatandi kanningar av boriroyndum í innlandsísinum (Geochronology/Ice cores - Wikiversity).

Út frá hesum kanningunum er staðfest, hvussu veðurlagið hevur broytt seg gjøgnum tey seinastu 400.000 árini, og hvussu nógv innlandsíurin bráðnar.

Veðurlagskanningar hava harumframt avdúkað, at hitin í september í ár hevur sett met, og hetta meta granskarar vera sera ørkymlandi.

Føroyska ferðaliðið helt serstaka landslagið við innlandsísin vera sera hugtakandi. Hetta er eitt landslag, sum er í støðugari broyting, og tað er stórt at hugsa sær, hvussu ísurin, sum er fullur av gróti, hevur máað seg ígjøgnum fjørðin gjøgnum mong ártúsund. Ísurin hevur bæði ein bleytan yvirflata og stórar, hvassar krystallir, ið ein kann skera seg av. Ferðaliðnum hepnaðist eisini at síggja djóralív, plantur og lívmargfeldið, ið er har við innlandsísin.

Síðani gekk leiðin til Ilulissat (Ísfjørðin) við teimum vøkru ísfjøllunum, sum hvørt ár dregur mong ferðafólk til. Í Ilulissat lærdu skeiðsluttakararnir um, hvussu tey arbeiða við burðardyggari ferðavinnu, og eisini vitjaðu tey ILULISSAT ISFJORDSCENTER - ILULISSAT ISFJORDSCENTER (isfjordscentret.gl), har mong koma fyri at hoyra um Ísfjørðin, sum eisini er á listanum hjá UNESCO um heimsarv.

Luttakararnir á Álkaskeiðinum vórðu eisini bodnir til grønlendskt ”kaffemik” við óførum blíðskapi, og har fingu tey høvi at uppliva grønlendska matmentan og at smakka tvøst av hvali og kópi, fisk, reinsdjórakjøt og eisini og moskus.

Eitt av hæddarpunktunum á túrinum var at sleppa á ein fólkaskúla at hitta skúlanæmingarnar og fáa innlit í, hvussu ein grønlendskur skúli skipar sítt dagliga virksemi. Í sambandi við vitjanina har kannaðu skeiðsluttakararnir, hvørja fatan næmingarnir hava av undirvísingini um veðurlagsbroytingar.

Niðurstøðan frá túrinum er, at Grønland er eitt avbera vakurt og hugtakandi land, og at blíðskapurin er óførur. Eisini varð niðurstøða gjørd um, at undirvísingin í veðurlagsbroytingum í Norðurlondum tykist at vera sera ymisk, og tí var sera gott at vitanardeila og fáa íblástur til, hvussu ein kann skipa undirvísingina og læra næmingar at taka ábyrgd og at vera tilvitaður um avbjóðingarnar við veðurlagsbroytingunum - og ikki minst, á hvønn hátt næmingarnir kunnu gera mun.

Her eru nakrar myndir frá Álkaskeiðinum:

Søren, undirvísarin á Álkaskeiðinum, Jákup, Steintóra og Kristina, læraralesandi á Námsvísindadeildini 

Lars Demant Poort greiddi frá, hvussu tey máta, hvussu ísurin bráðnar 

Ritmynd, sum vísir broyingarnar í hitalagnum seinastu 400.000 árini

Eygleiðingar av gróðri og djóralívi

Mynd av innlandsísinum 2022

 Í september 2022 varð nýtt met sett, tá talan er um, hvussu skjótt ísurin bráðnar, og tí var ísurin eisini sera hálur

Støðin við Ísfjørðin

Søren Antoft, undirvísari á Námsvísindadeildini

Lesandi høvdu framløgur á Álkaskeiðinum

Felagsmynd av luttakarum á Álkaskeiðinum