Elsa Maria Højgaard Hansen, Sigurd Nordendal
24.05.2023
Setrið Námsvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Læraralesandi á verkætlanarferð í Norra

Í vár vóru læraralesandi, sum hava tikið landafrøði sum linjugrein á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini, á verkætlanarferð í Bergen saman við undirvísaranum, Sigurd Nordendal

Endamálið við verkætlanarferðini var m.a. at fáa størri innlit í vatn og vatnorku í Noregi, og hvussu hetta kann setast í samband við norsku náttúruna og ta ávirkan, sum náttúran og vatnorkan hevur havt á samfelagið, sum frá er liðið.

Harumframt var endamálið við ferðini at vitja og eygleiða undirvísing á læraraútbúgvingini á Høgskulen på Vestlandet í Bergen, umframt at ferðalagið vitjaði skúlarnar Rothaugen ungdomsskole í Bergen og Vossestrand ungdomsskole í Voss.

Á hesum vitjanunum fingu tey lesandi størri innlit í, hvussu arbeitt verður við, og hvussu undirvíst verður í landafrøði á læraraútbúgvingini umframt í fólkaskúlum í Noregi sammett við í Føroyum.

Á stovnsvitjanunum hildu tey lesandi eisini framløgur um Føroyar, føroysku læraraútbúgvingina, Námsvísindadeildina og um lærugreinina landafrøði í Føroyum.

Eisini var tíð til at vitja ymisk norsk søvn og tjóðarparkir, ið eru viðkomandi fyri landafrøði sum lærugrein.

Verkætlanarferðin hevur verið við til at knýta betri samband og øktan áhuga fyri styrktum samstarvi millum Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum og Høgskulen på Vestlandet, bæði viðvíkjandi landafrøði, søgu og øðrum lærugreinum.

Eftir verkætlanarferðina hava tey lesandi, sum nú júst eru liðug við at lesa hesa linjugreinina, brúkt norsku lærubókina Verda og vi - innføring i geografi hjá norska høvundanum Erlend Eidsvik á sínum skeiði. Bókin er ætlað læraralesandi í Noregi, ið hava landafrøði sum linjugrein. Erlend Eidsvik, sum starvast sum undirvísari og granskari á Høgskulen på Vestlandet, hevur fyri stuttum eisini vitjað og verið gestaundirvísari í Føroyum. Í hesum sambandi helt hann fyrilestur fyri landafrøðilinjuni um, hvussu fakið landafrøði í norska fólkaskúlanum er broytt tey seinastu 100 árini, og er hetta eisini eitt av evnunum í bók hansara.

Niðanfyri eru myndir frá vitjanini av Erlendi Eidsvik, gestaundirvísara, og frá verkætlanarferðini í Norra.

Erlend Eidsvik, ið hevur skrivað bókina Verda og vi - innføring i geografi, og Sigurd Nordendal, undirvísari í landafrøði á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini

Felagsmyndir av teimum lesandi á linjuni landafrøði á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini á Setrinum

Náttúran í Noregi er stórsligin

Savnsvitjan í Noregi