Skúlablaðið hevur tema um læraraútbúgvingina, sum 1. oktober fylti 150 ár. Har er m.a. samrøða við Jenis av Rana, landsstýrismann (Foto: ummr.fo)
Brynhild Thomsen
05.10.2020
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

- Lærarar eiga at hava góða akademiska vitan

- Mær dámar ikki at seta akademiska førleikan upp ímóti tí yrkisrættaða, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í serútgávu av Skúlablaðnum, nú føroyska læraraútbúgvingin fylllir 150 ár

Umboð fyri Lærarafelagið og onnur skúlafólk hava víst á, at læraraútbúgvingin hevur flutt seg frá lærarayrkinum og alt meira líkist øðrum akademiskum lestri, eftir at útbúgvingin varð løgd undir Fróðskaparsetri.

Í samrøðu við Skúlablaðið um komandi eftirmetingina av læraraútbúgvingini sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, at hann ikki treytaleyst er samdur.

- Ætlanin við at leggja Læraraskúlan og Fróðskaparsetrið saman var júst, at læraraútbúgvingin skuldi vera meira akademisk. Í hesum liggur sjálvandi ikki, at útbúgvingin skal flyta seg frá lærarayrkinum, tað hevði verið ein andsøgn. Hinvegin dámar mær ikki at seta tað akademiska upp ímóti tí yrkisrættaða, tí eftir mínum tykki eiga lærarar at hava góða akademiska vitan. Læraraútbúgvingin er tvísporað við tað, at hon er yrkisrættað, og tí skal hon hava sterkt tilknýti til sítt yrki, sigur landssstýrismaðurin.

- Heldur ikki sum lærari kanst tú liva í fortíðini og droyma teg aftur til tað, sum einaferð var; tú mást mennast samsvarandi tíðini, tú livir í, sigur Jenis av Rana við Skúlablaðið

Nútíðin krevur

Í lógini um Fróðskaparsetrið stendur, at uttanhýsis eftirmeting skal gerast við jøvnum millumbili, og næsta ár skal Setrið aftur vigast.

-  Tað er týdningarmikið, at uttanhýsis serfrøði metir um lærustovnin og ger tilmæli um møguligar ábøtur, so vit kunnu tryggja, at góðskan á okkara fremsta vitanarstovni er í hásæti, sigur Jenis av Rana.

Mentamálaráðið vil hava, at eftirmetingin - umframt at fevna um alt Setrið - serliga skal fara í dýpdina á læraraútbúgvingini.

Eftirmetingin skal fara fram í tøttum samstarvi millum uttanhýsis serfrøðingarnar, Setrið og Mentamálaráðið.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað gevur góðan íblástur til at menna hægri útbúgvingarøkið í Føroyum og eisini læraraútbúgvingina.

Ein millión stendur í uppskotinum til fíggjarlóg 2021 til eftirmetingina hjá Mentamálaráðnum av Fróðskaparsetri Føroya.

Lesið alla samrøðuna við landsstýrismannin í Skúlablaðnum, sum fæst her.

Og annað úrdrag úr samrøðuni her.