University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Lærubók í Fyrisitingarlóg
21.12.2011
Søgu- og samfelagsdeildin

Lærubók í Fyrisitingarlóg

Fróðskaparsetrið hevur givið út bókina Fyrisitingarlóg eftir Bárð Larsen og Kára á Rógvi, ið báðir undirvísa á Setrinum.


Fyrisitingarlóg er lærubók skrivað í føroyskum høpi. Bókin greinar mest týðandi ásetingar fyri fyrisiting í Føroyum og nertir eisini við søgu, mál og aðrar fortreytir fyri góðari fyrisiting.

Tørvurin á lærubók um fyrisitingarlóg er eyðsýndur. Lógir, kunngerðir og aðrar reglur eru á føroyskum; umsóknir, avgerðir og úrskurðir av mongum slagi eru á føroyskum; men kortini eru fakmál og hugtøk lítið ment á føroyskum og út frá føroyskum dømum.

Bókin skiftir ímillum siðbundna frálæru og djypri frágreiðing í serligum teigum, umframt at leggja dent á umhugsan og uppgávur, ið lesarin kann fara undir til tess at hvessa sær førleikar. Bókin hevur margutekst og index, ið lætta um at teingja saman fakorð og frágreiðing.

Høvundar, ið báðir starvast við at byggja upp lógkunnleika á Fróðskaparsetri Føroya, hava eisini drúgvar og ymiskligar royndir við lóg bæði teoretiskt og praktiskt.

Fyrisitingarlóg er fyrsta bókin í ætlaðari røð av lærubókum frá Fróðskaparsetrinum um føroyska lóg. Bókin er givin út í fyrstu atløgu sum fyribils útgáva til hoyringar; høvundarnir vænta eftir at hava lurtað eftir góðum ráðum at geva út lidnu lærubókina í 2012.

Fyrr er tó nakað útgvið av lógkønum tilfari, eittnú hevur Eyðfinnur Jacobsen advokatur givið út bók um føroyska skattalóg, og í fleiri ár kom føroyskt lógarrit út, sum eftir drúgva steðg ætlandi fer undir útgávu aftur næsta ár.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast