University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Mynd. Phd-skeið á Námsvísindadeildini.jpg
02.06.2022
Setrið Námsvísindadeildin

Læruríkt ph.d.-skeið á Námsvísindadeildini

23. - 25. mai var Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum karmur um eitt væleydnað ph.d.-skeið fyri núverandi og komandi granskarum við heitinum: Hugsa tína PhD verkætlan ígjøgnum: Arbeið við støðuligari analysu (SA) í verki”.

Á skeiðnum varð arbeitt við at geva luttakarunum amboð til í verki at hugsa sína ph.d.-verkætlan ígjøgnum við støðuligari analysu (SA). Endamálið var at arbeiða ítøkiliga við granskingarverkætlanum í bólkum, at stuðla við fyrilestrum um ástøðir og ítøkilig dømi um háttaløg, og at geva luttakarunum amboð til at hugsa sína verkætlan ígjøgnum, og at finna leiðir til at arbeiða háttalagsliga við empiriskum tilfari.

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum skipaði fyri skeiðnum í samstarvi við granskarar frá Aalborg Universiteti og Syddansk Universiteti.

Undirvísararnir á skeiðnum vóru Stine W. Adrian, ph.d. og adjungeraður professari á Aalborg Universiteti, og Dorthe Brogaard Kristensen, ph.d. og adjungeraður professari á Syddansk Universiteti.

Við á skeiðnum vóru í alt 16 føroyskir og útlendskir luttakarar.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving