02.03.2012
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Laksa-heparin

Heparin hindrar blóði at gerast sveitalivur, forðar fyri blóðtøppum, verður nógv nýtt í heilsuverkinum og er eitt lutfalsliga dýrt evni.


Heparin
Heparin er eitt evni, sum verður nýtt í heilsuverkum kring knøttin, og verður vanliga framleitt úr  innvølinum úr grísum og lungunum úr neytum. Onnur djór kunnu tó eisini verða nýtt sum rávørukelda. Heparin er ein sokallaður anti-coagulantur, og hevur tann evnafrøðiliga eginleika, at tað forðar fyri, at blóð loypir saman í mannakroppinum (in vivo) og í royndarglasi ella reagensglasi (in vitro). Evnið verður nýtt í medicinskum høpi, eitt nú í samband við hjarta- og æðra-skurðviðgerðir, blóðflutning (blóðtransfusión) og fyribyrging móti blóðtøppi eftir skurðviðgerð, viðgerð í samband við óregluligan hjartaslátt, blóðsíling og katetur-viðgerð. Meginparturin av heparini fer tó til viðgerð av blóðtøppi/blóðtøppum í lívæðrum (arterium) og  bláæðrum (venum). Heparin upploysir tó ikki blóðtøppar, men tað loyvir kroppsins náttúrligu tilgongdum og lívevnafrøðiligu evnum at upploysa blóðtøppar, sum longu eru formaðir.


Søgan um heparin
Evnið heparin varð uppdagað í 1916, men varð ikki nýtt í kliniskum høpi fyrrenn 1935. Granskingin, sum førdi fram til uppdagingina av heparin var í høvuðsheitum framd av tveimum monnum, Jay McLean og William Henri Howell á John Hopkins Universitetinum í USA. Heparin var upprunaliga isolerað úr hundalivra-kyknum. Av hesum hevur evnið fingið heitið heparin, tí hepar merkir livur á grikskum. Grikst og serliga latín vóru fróðarmál í gomlum døgum, og tessvegna hava nógv, heilt nógv faklig frøðiheiti sín uppruna í hesum málum. Í 1930-unum kannaðu fleiri vísindafólk heparin ymsa staðni í heiminum. Svenskarin Erik Jorpes, ið arbeiddi á Karolinska Instituttet í Stokkholm kunngjørdi síni granskingarúrslit um mýlska strukturin av heparin í 1935. Hetta rannsóknararbeiðið gjørdi tað møguligt hjá svensku fyritøkuni Vitrum AB at framleiða tann fyrsta heparin-úrdráttin, sum kundi gevast beinleiðis inn í bláæðrarnar ella intravenøst. Millum 1933 og 1936  gjørdi Universitetið í Toronto sær stóran ómak av at perfektionera ta tøknina, sum var neyðug fyri at framleiða ikki-toxiskt heparin, og í 1937 eydnaðist at framleiða ein tryggan og góðan blóð anticoagulant.

Laksa-heparin
Meginparturin av øllum commerciellum pharmaceutiskum heparini verður framleitt úr rávørum av neyta-lungum og svína-innvøli. Men orsakað av framhaldandi ótta fyri møguligari smittu av neytaøði (BSE: Bovine Spongiform Encephalopathy) á menniskju, so er framleiðslan av heparini grundað á neyta-úrdráttir minkað munandi. Harafturat hava fleiri eysturlendsk merki av svína-heparin ikki verið nóg rein í seinastuni, og hevur hetta elvt til trupulleikar í heilsuverkinum. Dálkingin umfatar upploysingarevni, tungmetalónir, virus, bakteriuframleidd eiturevni, lipidir, proteinir og DNA. Og í muslimska heiminum verða svína-úrdráttir skýggjaðir. Av tí at nýtslan av heparini er økjandi, so er til tíðir ov lítið til á marknaðinum fyri at nøkta tørvin. Tessvegna hevur verið leitað eftir øðrum valmøguleikum av ráevnum, t.d. úr skeljadjórum,  rækjum, hvalum, dromedarum og laksi.

Norskar rannsóknir
Fyri stuttum funnu norsk vísindafólk fram til, at  heparin úr laksa-táknum og laksa-innvølum hevði serliga góðar eginleikar at binda seg til anti-thrombin og er av tí sama væl egnað sum blóð anti-coagulantur. NMR-spektra vístu greitt, at laksaheparin er nakað øðrvísi enn svína- og neyta-heparin. Í laksa-heparini er lutfalsliga nógv av stutt-ketaðum heparin (LMWH) við einum heilt unikum pentasaccharid-sekvensi, sum bindir seg væl við antithrombin. Pentasaccharid-sekvensur er ein røð av fimm sukurmýlum. Av tí at nógv er til av aldum laksi, eins og at henda rávøran er rímuliga støðug, so verður arbeitt við at nýta sekunderar rávørur frá laksframleiðsluni til heparin-framleiðslu.

 

Øll greinin um laksaheparin, varmakistlar og einglar kann lesast í niðanfyristandandi grein.

 

Laksa_heparin.pdf