
Skriva út
Lau í einum pallborðskjaki á FaroExpo
Komandi fríggjadag 23. oktober luttekur Lau Blaxekjær í einum pallborðskjaki á FaroExpo.
Evnið fyri ráðstevnuna í ár er:
Føroyskt uttanlands og útlendskt í Føroyum
Seinnu árini hevur nógv verið tosað um útlendskan ognarlut í føroysku vinnuni og hvørji árin hetta hevur á einstakar vinnugreinar og samfelagið sum heild.
Hví gera útlendsk feløg íløgur í Føroyum og eru føroyingar eins raskir at gera íløgur uttanlands?
Á ráðstevnuni verða fyrilestrar og kjak um evnið, har sjónarmið koma frá politikarum, vinnulívsfólki, búskapar- og samfelagsfrøðingum og fólki innan fíggjarvinnuna.
Sí skránna HER
-
08.02.2019 Føroyamálsdeildin Til lesandiOft er gott þat er gamlir kveða - Introduction to Medieval Icelandic LiteratureFøroyamálsdeildin bjóðar í vár stuttskeið á enskum við gesta...
-
06.02.2019 Søgu- og samfelagsdeildinJapanskur filmsdagurHósdagin 7. februar verður áhugavert filmstiltak í Kongshøll...
-
05.02.2019 Setrið FøroyamálsdeildinGávugóðs 2019Fríggjakvøldið 8. februar verður árliga handanin av gávugóðs...