Khanh Duc Nguyen, Náttúruvísindadeildin
06.11.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

LED – nýggj tøkni til tráðleyst samskifti

Granskarar arbeiða við at menna sonevnda LED tøkni, so hvør LED lutur kann samskifta við eini ferð upp á 1-10 Mb hvørt sekund.


Tað er á Boston University of Technology í USA, at arbeitt verður við at menna hugskotið at brúka lágorku LED, stytting fyri 'Light-Emitting-Diode' ella ljóssendandi diodir til at gera eitt sonevnt optiskt netverk, sum kann flyta dátur. Tøknin er grundað á, at hvørja ferð ein LED lutur verður tendraður ella sløktur, verður upprættað ein samskiftiskanal.

 

Sambært granskarunum er eitt tílíkt netverk tryggari enn verandi Wi-Fi netverk, og krevur samstundis minni elorku. 'Hugsa tær hvat vil henda, um allar teldur, telefonir, sjónvarp, o.s.fr. verða tráðleyst samanknýtt hvørja ferð tú kemur inn í húsið hjá tær og tendrar ljósið' – sigur Thomas Little, professari og leiðari av granskingarverkætlanini.

 

Frá Engadget.com