25.06.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Leikluturin hjá týðing í bókmentunum hjá fámentum máli

Útkomin er bókin Nordic Responses. Translation, History, Literary Culture, ið er greinasavn eftir bókmentafrøðingar um norðurlendska bókmentatýðing í víðum høpi. Ritstjórar eru Jakob Lothe, Ástráður Eysteinsson og Mats Jansson.


Turið Sigurðardóttir hevur grein í bókini við heitinum “The Role of Translation in a Minor Literary Language”. Við føroyskum bókmentum sum dømi vísir greinin, at skrivaðar bókmentir á móðurmálinum hjá einari tjóð í stóran mun taka seg upp sum týðing av bíbliuteksti og skaldskapi av manna munni. 

Tær uppskrivaðu og ikki minst tær prentaðu týðingarnar til føroyskt og úr føroyskum tíðliga í 19. øld skaptu jørðildið, sum føroyskar skrivligar bókmentir spruttu av.

Í Føroyum miðlaðu útgávur av týðingum, harímillum tvímálsligar útgávur, millum tað gamla skriftmálið danskt og tað nýggja skriftmálið føroyskt og løgdu støðið undir lesing og skriving av føroyskum teksti.

Uttan fyri Føroyar gjørdu hesar útgávur føroyskt mál og skaldskap av manna munni til ein sjónligan veruleika og eitt møguligt granskingarevni. 

Bókin er 245 síður og kann keypast beinleiðis hjá forlagnum Novus.