25.01.2010
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lektarastarv í samfelagsvísindum

Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í samfelagsvísindum leyst at søkja. Umsóknarfreistin er 16. februar 2010.


Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í samfelagsvísindum leyst at søkja. Starvið verður sett sum lektarastarv, og tann, ið settur verður, skal virka fyri at menna gransking, útbúgving og undirvísing í samfelagsvísindum á deildini.

 

Starvsøki

Granskingarparturin verður tengdur at serøki umsøkjarans. Samstarv innan- og uttanseturs er týdningarmikið í starvinum.

Undirvísingarparturin fevnir um undirvísing og fakliga ábyrgd av bachelorútbúgving í samfelagsvísindi/stjórnmálafrøði og  at fyrireika masterútbúgving.



Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu umframt samfelagsvísindaliga kandidatútbúgving sum sosiologur, stjórnmálafrøðingur ella líknandi hava granskaraútbúgving á PhD umframt undirvísingar- og fyrisitingarroyndir.

 

Við umsóknum skulu umframt CV og yvirlit yvir egna gransking eisini fylgja avrit av vísindaligum avrikum í trimum eintøkum.

 

Sett verður serkøn metingarnevnd at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum. Gjørt verður vart við, at hvør umsøkjari fær sendandi metingina um sínar førleikar.

 

Starvið verður at seta 1. mai 2010. Umsóknarfreistin er 16. februar 2010.

 

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til rektaran, Jóan Paula Joensen jopajo@setur.fo ella fyrisitingarstjóran, Rúnu Hjelm runah@setur.fo.

 

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.

 

Umsóknir skulu sendast til:

 

Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
FO-110  Tórshavn