University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Lektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya/JD
03.06.2011
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Lektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya

Í apríl mánaða 2011 varð Kristianna Hammer sett sum lektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya.


Hon  hevur nomið sær útbúgving sum granskari við Syddansk Universitet  og gjøgnum 3 ára granskingar forskúla fyri sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður á European Academy of Nursing Sciences. 2010 vardi hon sína Ph.D. ritgerð á Syddansk Universitet innan sjúkrarøktarfrøði.

Hon er sjúkrarøktarfrøðingur, hevur diplomprógv í útbúgving og undirvísing, og cand.cur. Eisini hevur hon kliniskar royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, bæði innan sjúkrahúsøkið og sjúkrarøktarfrøðiútbúgving.

Kristianna Hammer hevur hildið nógvar fyrilestrar bæði innanlendis  og uttanlands við heitunum  - Vón og krabbamein og gransking innan sjúkrarøkt - , og hevur skrivað nógvar greinar. Harumframt er hon limur bæði í EANS (European Academy of Caring Science) og granskingarnetinum  ”Tro og Helbredelse” (Research in Fait and Health).       

2009 fekk hon altjóða viðurkenning fyri greinina: The meaning of hope i nursing research: A metasyntesis. Almannakunngjørd í  Skandinavian journal of Caring Science, 2009, Maj 9.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast