Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya/JD
03.06.2011
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Lektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya

Í apríl mánaða 2011 varð Kristianna Hammer sett sum lektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya.


Hon  hevur nomið sær útbúgving sum granskari við Syddansk Universitet  og gjøgnum 3 ára granskingar forskúla fyri sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður á European Academy of Nursing Sciences. 2010 vardi hon sína Ph.D. ritgerð á Syddansk Universitet innan sjúkrarøktarfrøði.

Hon er sjúkrarøktarfrøðingur, hevur  diplomprógv í  útbúgving og undirvísing, og cand.cur.  Eisini hevur hon  kliniskar royndir  sum sjúkrarøktarfrøðingur,  bæði innan sjúkrahúsøkið og sjúkrarøktarfrøðiútbúgving.   

Kristianna Hammer hevur hildið nógvar fyrilestrar bæði innanlendis  og uttanlands við heitunum  - Vón og krabbamein og gransking innan sjúkrarøkt - , og hevur skrivað nógvar greinar. Harumframt er hon limur bæði í EANS (European Academy of Caring Science) og granskingarnetinum  ”Tro og Helbredelse” (Research in Fait and Health).       

 2009 fekk hon altjóða viðurkenning fyri greinina: The meaning of hope i nursing research: A metasyntesis. Almannakunngjørd í  Skandinavian journal of Caring Science, 2009, Maj 9.