Jóan Pauli Joensen, rektari
15.09.2008
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lektari í løgfrøði settur

Fróðskaparsetur Føroya hevur sett Kára á Rógvi í starv sum lektara í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.


Kári á Rógvi tók cand. jur. prógv frá Københavns Universitet í 1998, LL.M  í lóg frá Aberdeen University í 1999. Hann hevur latið inn Ph.D.-ritgerð til Háskola Islands, sum er góðkend til verju. Verjan verður seinni í 2008.

 

Kári á Rógvi hevur skrivað fleiri løgfrøðiligar greinir og bókina Faroese Bussines Law saman við Jóhannes Egholm Hansen. Hann hevur verið skrivari í Grundlógarnevndini og næstformaður í Stýrisskipanarnevndini. Eisini hevur Kári á Rógvi verið uppi í tí lógarfyrireikandi arbeiðinum, sum førdi til gerðarrættin í 2006. Eisini eigur Kári á Rógvi sín part í, at vit hava fingið eitt føroyskt lógarrit og eitt grundskeið í lóg á Fróðskaparsetrinum. 

 

Í metingarnevndini hava sitið Gudmundur Alfredsson, professari, Lunds Universitet, Ole Spiermann, professari, Københavns Universitet og Halgir Winther Poulsen, advokatur, Tórshavn.

 

Í metingini verður m.a. sagt, at Kári á Rógvi skriver “i et veloplagt sprog og vidner om betydelig appetit på juridisk debat...(og) demonstrerer med artiklerne såvel som bogen “Faroese Business Law” betydelig retlig indsigt indenfor en imponerende bred vifte af retslige emner, hvilket han kombinerer med forskningens adelsmærke, nemlig sin tankesættende evne til at udfordre hidtidig teori og praksis. Det er udsædvanligt, at en ansøger ved siden af sin Ph.D.-afhandling har så omfattende produktion, og bedømmelsesudvalget finder ud fra en samlet vurdering, at ansøger i kraft af artiklerne, bogen og den indleverede, men ikke endeligt bedømte afhandling har forskningsmæssige kvalifikationer mindst svarende til en Ph.D.-grad.”

 

Metingarnevndin ivast ikki, at Kári á Rógvi hevur allan tann førleika, sum skal til fyri at gerast lektari í løgfrøði. Hann byrjar í starvinum beinanvegin.