
Lena á Føroyamálsdeildini eigur ársins orð
Kvf hevur seinastu sjey árini valt ársins orð, og í ár er orðið eitt, sum Lena Reinert, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, hevur gjørt
Vinnaraorðið verður funnið á tann hátt, at lurtarar senda morgunsendingini hjá KVF uppskot um orð, og so viðger ein nevnd uppskotini og velur besta orðið.
Í nevndini sita Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi og samskipari í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Óluva Klettskarð, sum er forkvinna í felagnum Føroyamál.
Í gjár almannakunngjørdi nevndin so í Góðan Morgun Føroyum, at ársins orð 2022 er “stuttflutt”.
- Stuttflutt er eitt snøgt orð, sum riggar væl og sigur rættiliga nógv, grundgav Óluva Klettskarð.
Tað er starvsfelagi okkara, Lena Reinert á Føroyamálsdeildini, sum hevur gjørt snøgga orðið.
Í morgun var Lena so í GMF, har hon m.a. greiddi frá, at hon fann upp á orðið í 2017/18.
- Tað er samanrenningin av mínum upphavi, uppvøkstri og útbúgving, sum hevur skapt orðið, segði Lena m.a. í samrøðuni, sum tit kunnu hoyra her.
Hjartaliga til lukku, Lena!
-
30.03.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinStórur áhugi fyri føroyskum láni av lógum og stovnumSøgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum skipar javnan...
-
28.03.2023 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiFramløga: Gengransking til persónslagað medisin30. mars kl. 14 fer Kaja Wasik frá Variant Bio at hava framl...
-
28.03.2023 Setrið NáttúruvísindadeildinFyrilestur um jarðfrøðiligar uppmátingarStaðsetingardepilin hevur almennan fyrilestur undir heitinum...