University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Les føroyskt (1)
Malan Marnersdóttir
20.06.2008
Føroyamálsdeildin

Les føroyskt

Nógv er at gera hjá fólki, sum hava prógv í føroyskum av Fróðskaparsetrinum.


Eftirspurningurin eftir fólki at skriva og umseta lýsingar fer at økjast, nú marknaðarføringarlóg er samtykt, sum krevur at allar lýsingar, sum eru ætlaðar almenninginum, skulu vera á føroyskum.


Skapandi málførleiki, sum byggir á kunnleika um, hvussu føroyska málið er skipað, og hvussu tað virkar, fer at verða nýtt í størri mun enn higartil í kappingini um kundarnar. Virki og handlar fara uttan iva at leggja doyðin á at fáa lýsingarnar væl og lokkandi orðaðar.


Á Føroyamálsdeildini fæst útbúgvingin, sum er grundarlagið undir framkomnum og skapandi málburði. Bachelorútbúgvingin veitir ta grundleggjandi vitanina um føroyskt. Í grundútbúgvingini tey bæði fyrstu árini er endamálið at læra, hví málið er, sum tað er, og hvussu tað verður og kann verða nýtt kreativt.


Triðja árið kunnu studentarnir velja frítt millum lærugreinir sum m.a. týðing, bókmentir, málslig og teoretisk evni. Harafturat ber til at fara at lesa á universitetum uttanlands og fáa lesturin góðskrivaðan á Setrinum.


Hevur tú hug til at arbeiða við málinum, skrivliga og munnliga átti tú at lisið føroyskt. Umsóknarfreistin er 1. juli.


Umsóknarblað er at finna her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara