University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Les føroyskt (2)
Malan Marnersdóttir
24.06.2008
Føroyamálsdeildin

Les føroyskt

– og ver við til at náa endamálum í Visjón 2015.



Tað eru bara sjey ár til Visión 2015 skal vera veruleiki. Ambitiónirnar eru stórar. Eitt nú skulu í minsta lagi 95% av hvørjum ungdómsárgangi hava eina miðnámsútbúgving, stendur í álitinum Mál og vegir (s. 43). Í fjør fingu einir 430 ungdómar miðnámsskúlaprógv – tað veri seg students- ella hf-prógv, hægri tekniskt miðnámsskúlaprógv, Fiskivinnuskúla- ella hægri handilsskúlaprógv.


Skal málið í Visión 2015 røkkast, skulu eini 200 afturat gjøgnum ein miðnámsskúla og lúka prógv.


Tí fer miðnámsskúlunum at tørva fleiri lærarar. Fróðskaparsetrið bjóðar fleiri útbúgvingar til tey, sum vilja vera miðnámsskúlalærarar. Tey, sum kundu hugsað sær at verðið lærarar í søgu, samfelagsfrøði, lívfrøði og føroyskum, kunnu lesa fakini á Setrinum.

Millum hesar lærugreinirnar er útbúgvingin í føroyskum í serstøðu á tann hátt, at hon fæst bara á Setrinum.

Kandidatar við føroyskum antin sum høvuðs- ella hjágrein fáa sum nú er arbeiði, og tað aloftast áðrenn teir eru lidnir at lesa. Summi sleppa næstan ikki at gera seg liðug, áðrenn tey hava fult tímatal á einum av miðnámsskúlunum. Útlitini fyri at fáa arbeiði við einum prógvi í føroyskum av Setrinum eru tískil framúr góð.

Aftan á lokna útbúgving til miðnámsskúlalærara á Setrinum, skipar Mentamálaráðið fyri námsfrøðiligari upplæring.

Hevur tú hug at arbeiða millum ung og veita teimum góðan førleika í móðurmálinum, átti tú at lisið føroyskt.

Umsóknarfreistin er 1. juli. Umsóknarblað er at finna her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast