University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Les føroyskt 3
Malan Marnersdóttir
30.06.2008
Føroyamálsdeildin

Les føroyskt 3

Gott lestrarumhvørvi


Tað er stuttligt at lesa føroyskt. Studentarnir á Føroyamálsdeildini plaga at trívast stak væl á deildini. Serliga stóra loftsstovan, har gott pláss er at borðreiða og skipa fyri ymsum, verður altíð skjótt tilhaldsstað hjá studentunum. Umframt køk við øllum hentleikum er sjálvandi tráðleyst netsamband í húsinum og teldur í teldustovu, harumframt ber eisini ber til at prenta og kopiera.

Á bókasavninum á deildini eru allar føroyskar fagrar bókmentir, eitt úrval av føgrum bókmentum á donskum, íslendskum, norskum og svenskum umframt týddar heimsbókmentir. Yrkisbøkurnar eru um alt tað, sum verður viðgjørt og lært á deildini. Allar yrkisbøkur, sum eru komnar út á føroyskum síðani Setrið varð stovnað í 1965, eru til taks á deildini.

Eitt tað virðismiklasta í landinum er á Føroyamálsdeildini: Orðasavnið, sum er næstan 600.000 pappírsseðlar. Hvør seðil við einum orði, har tað verður lýst og merkingin skrivað. Harumframt er stórt ljóðbandasavn við kvøðing og frásagnum. Deildin hevur eisini eitt umfatandi savn av kortum og myndum við staðanøvnum. Alt hetta er støði undir granskingini í máli og bókmentum, sum fer fram á deildini.

Lestrarumhvørvið á Føroyamálsdeildini er lítið, men afturfyri í fínasta lagi. Deildin kundi hugsað sær rúm¬ligari umstøður, men hon er væl útgjørd við undirvísingartøkni og tílíkum. Ein annar fyrimunur er, at undirvísingin fer fram mitt inni í granskingarumhvørvinum. Lærararnir eru beint við hondina, teir eru altíð til reiðar at svara spurningum og avtala nærri um neyvari leiðbeining.

Les føroyskt 1 og 2
eru at finna á www.setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin