Skriva út

Les í egnum umhvørvi

Tiltakið "Les í egnum umhvørvi" í miðlahúsinum eydnaðist sera væl og tað vóru rímiliga nógv ung fólk, sum vóru komin í Miðlahúsið at hoyra um, hvat tey kunnu lesa á Fróðskaparsetri Føroya.


Kári á Rógvu bjóðaði vælkomin. Hann vísti á, at tað ikki altíð er ein fyrimunur hjá føroyingum at fara til Danmarkar at lesa, tí nógv donsk viðurskifti eru ikki so viðkomandi fyri okkum. Sjálvandi er tað eisini gott, at tey ungu fara uttanlands at lesa, men tað hevði verið betur um fleiri lósu í Føroyum, tí tey ungu skapa lív rundan um seg, flyta tey av landinum, er ta ein vanlagna fyri Føroyar. Vandi er fyri, at nógv flyta aftaná teimum og landið verður tað fátakari.

 

Bogi Hansen greiddi frá útbúgvingunum, sum byrja á Náttúruvísindadeildini aftaná summarfrítíðina. Hann hevði tvey livandi dømið við sær, tað vóru Høgni H. Debes og Øystein Patursson, sum báðir hava lisið á Náttúruvísindadeildini og nýliga hava vart sína Phd. ritgerð.

 

Randi Kúrberg greiddi frá, hvussu tað er at lesa á Føroyamálsdeildini. Hon er M.A. lesandi, og hon vísti á, at tað er ein stórur fyrimunur, at lesa á einum lítlum universiteti, tí sambandið millum lærarar og næmingar er tættari. Lærararnir hava tíð til tey lesandi, og undirvísingin er sera góð. Hon heldur, at hon hevur betri møguleikar at sleppa uttanlands á skeið, enn hon hevði havt, um hon læs á einum stórum universiteti.

 

So kom ein stór og bulkut kona á pallin, tað var Jákup Veyhe, sum "upptraðkaði" sum blondina, Jákup fekk øll at flenna at teimum "klóku" og teimum, sum ætla at blíva akademikarar.

 

Aftaná spældu Boys in a band, tað ljóðaði væl og var á tremur við orku. Vit fingu smoothies, frukt við sjokulátu og nachos afturvið. Alt í alt eitt gott og áhugavert kvøld, sum vónandi ger, at fleiri fara at søkja inn á Fróðskaparsetur Føroya í summar.