University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
klipt mynd.jpg

Kom á kunningarfund á teams og hoyr um góðu møguleikarnar at lesa víðari í Japan (Foto: AFLO)

Brynhild Thomsen
12.03.2021
Setrið

Les víðari í Japan við fullari fígging

Japanska sendistovan í Keypmannahavn skipar fyri talgildum kunningarfundi um møguleikarnar hjá lesandi - eisini føroyskum - at fara undir fult fíggjaðan framhaldslestur í Japan

Síðani japanski sendiharrin seinasta vár var á vitjan á Setrinum, hava føroysk lesandi havt møguleika at søkja um framhaldslestur í Japan við fullari fígging.

24. mars klokkan 10 føroyska tíð verður skipað fyri talgildum kunningarfundi á teams, har donsk lesandi, sum hava verið í Japan, fara at siga frá sínum royndum.

Á fundinum verður kunnað um fígging av ymsum slagi, eisini fígging, sum japanska stjórnin veitir útlendskum lesandi.

Góð og praktisk ráð verða givin um umsóknir, fyrireiking og lívið sum lesandi í Japan, og møguleiki verður hjá luttakarum at seta fyrrverandi og núverandi lesandi í Japan og starvsfólki á sendistovuni spurningar.

Fundurin verður í høvuðsheitum á donskum máli.

Meldið til kunningarfundin við at senda epost til seminar@ch.mofa.go.jp við navni og møguligum lestrarstaði í seinasta lagi 22. mars. Tá tú hevur teknað teg til kunningarfundin, fært tú eitt leinki sendandi, har fundurin verður 24. mars.

Vilja hava føroyskar umsóknir

Manabu Miyagawa, sendiharri hevur fleiri ferðir sagt, at tey sera fegin vilja hava, at føroysk lesandi søkja um møguleikan at lesa hægri lestur í Japan.

Eitt pláss er tøkt á hvørjum ári, og umframt mánaðarligan lestrarstuðul, so rindar japanska stjórnin eisini fyri ferðing, uppihald og øll lestrargjøld (tuition fees) fyri tann lesandi.

Tilboðið er ætlað teimum, sum fara undir masterútbúgving ella ph.d. á japanskum universiteti.

Nærri kunning er at finna á heimasíðuni hjá japansku sendistovuni og á heimasíðuni hjá danska Uddannelses- og Forskningsministeriet.

Lesið meira her.

Og her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing