Páll Magnus Dam í Baianstovu, læraralesandi á Námsvísindadeildini
07.11.2022
Setrið Námsvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Lesandi á Námsvísindadeildini á NLS-skeiði

Herfyri vóru Páll Magnus Dam í Baianstovu, sum er læraralesandi, og Gunnvá Poulsen, sum er námsfrøðingalesandi, á skeiði hjá Nordiska Lärarorganisationers Samråd í Keypmannahavn.

NLS er samstarvsstovnur fyri norðurlendskar lærarafelagsskapir við serligum denti á fólkaskúlaútbúgvingina, hóast námsfrøðingaútbúgvingin eisini er umboðað í samstarvinum. Við í samstarvinum eru Føroyar, Danmark, Grønland, Ísland, Noreg, Svøríki og Finnland.

Endamálið við NLS er í høvuðsheitum at deila yrkisroyndir og vitan millum teir umboðandi útbúgvingarstovnarnar. Høvuðsuppgávan hjá NLS er at menna námsfrøði á útbúgvingarøkinum, umframt at betra um og varpa ljós á støðu lærarans í samfelagnum og umrøða ymisk rák og mál, sum eru áleikandi í Norðurlondum. NLS skipar javnan fyri skeiðum, og í ár varð skeið hildið í Carlsberg í Keypmannahavn.

Fyrsta dagin vóru framløgur um, hvussu lærarafelagsskapurin hevur verið skipaður gjøgnum tíðirnar, og hvussu hann er mentur og broyttur í Norðurlondum. Eitt høvuðsevni var danska skúlasøgan og skúlaskipanin, og umrøtt varð, hví danir eru júst har, ið teir eru í dag, í skúlahøpi. Eisini vórðu bústaðarmøguleikar og stuðulsviðurskifti viðgjørd.

Í sambandi við NLS-skeiðini verða ymisk áleikandi mál, sum londini fyrireika og umrøða sínámillum, sett á skránna

Á skeiðnum í ár arbeiddu luttakararnir við arbeiðssetninginum, “Hvat leggur lunnar undir eina dygdargóða læraraútbúgving”, har umboð úr londunum høvdu framløgur um, hvussu teirra útbúgvingarskipan er skipað, og eisini var bólkaarbeiði í sama sambandi.

Tey lesandi frá Námsvísindadeildini, sum umboðaðu Føroyar á skeiðnum, hildu tað vera áhugavert at hoyra um, hvussu onnur lond skipa seg, og hvussu arbeitt verður á ymsan hátt at virka fyri at fáa so góðar útbúgvingar sum møguligt.

Eitt dømi um íkast frá skeiðsluttakarum úr øðrum londum kom úr Noregi. Har vilja ikki allir námsfrøðingar hava, at námsfrøðingaútbúgvingin skal gerast til masterútbúgving, hóast læraraútbúgvingin í Noregi er á masterstigi. Ein grundgeving var, at tá læraraútbúgvingin varð umskipað til master, hvurvu fleiri starvslærutímar, og hendan partin vilja tey ikki missa á námsfrøðingaútbúgvingini. Tey grundgóvu við, at starvslæran verður hildin at vera ein so grundleggjandi liður í eini dygdargóðari útbúgving.

Á skeiðnum kom eisini fram, at í Finnlandi leggja tey stóran dent á lærarasamleika og tann týdning, ið samleikin hevur í sambandi við tey ymisku og serstøku undirvísingarfakini.

Samanumtikið hildu umboðini úr Føroyum, at talan var um eitt sera mennandi skeið, ið hevur givið nógva vitan og góðan íblástur.

Her eru myndir frá skeiðnum.