Niklas, Paula og Tróndur
01.11.2018
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lesandi á Setrinum til Arctic Circle Assembly

Vikuskifti 19. – 22. oktober vóru vit trý lesandi á Setrinum til Arctic Circle Assembly í Reykjavík

Hetta er eitt opið forum, har politikkarar, vísindafólk, vinnufólk v.fl. fáa høvi at kjakast um arktisk viðurskifti. Hetta verður seg alt frá veðurlagsbroytingum til nýggjar vinnumøguleikar.

Sum lesandi fingu vit eisini møguleikan at fáa innlit í, hvussu kjakið um føroysk viðurskifti fer fram og hvønn leiklut Føroyar kunnu koma at hava í arktis. M.a. fingu vit innlit í, hvørji frambrot vóru í føroysku vinnuni, ið eru til frama fyri bæði Føroyar, umhvørvið og umheimin.
Vit høvdu eisini høvi at hoyra onnur lesandi leggja fram teirra granskingarprojekt innan arktis, broytandi geopolitikk og stóra kinesiska áhugan fyri arktis. Umframt hetta høvdu vit eisini høvið at knýta sambond og skapa kontaktir við fólk úr øllum heiminum.

Hetta var eitt einastandandi høvi sum lesandi at koma burturúr undirvísingarhølunum og uppliva, hvussu slíkt altjóða samstarv fer fram. Hetta var at fara frá teori til praksis.

Vit vilja eggja øllum til at taka arktisku málini í álvara, tí hetta er bæði ein avbjóðing og ein møguleiki fyri Føroyar.

Somuleiðis vilja vit takka Fróðskaparsetri Føroya og Tórshavnar Kommunu fyri møguleikan, og eggja teimum til at geva øðrum møguleikan at taka aktivan lut til næsta Arctic Circle Assembly.