09.12.2009
Skriva út

Lesandi á Setrinum væl nøgd við útbúgvingina

Ein heilt stórur partur av teimum, sum seinastu 10 árini hava tikið prógv á Setrinum, eru sera væl og væl nøgd við útbúgvingina.


Ein heilt stórur partur av teimum, sum seinastu 10 árini hava tikið prógv á Setrinum eru sera væl og væl nøgd við útbúgvingina, vísir nýggj kanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt fyri Fróðskaparsetur Føroya. Kanningin vísir eisini, at 9 av 10 av teimum, sum hava gingið á Fróðskaparsetrinum, áðrenn tey eru farin uttanlands at gera seg lidnan við útbúgvingina, venda heim eftir lokna útbúgving.

Um kanningina
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur í dag, saman Fróðskaparsetri Føroya, givið út Arbeiðsrit 23/2009 Hvar eru tey, og hvussu eru tey nøgd – Kanning millum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya í árunum 1999-2009. Tað er Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, sum hevur staðið fyri kanningini, sum hevur til endamáls at lýsa, hvussu tey, sum hava tikið prógv á Setrinum tey seinastu 10 árini (árini 1999-2009) eru nøgd, og hvar tey eru endaði eftir lokna útbúgving. Tilsamans hava 175 fólk tikið prógv á Setrinum í árunum 1999 til 2009. Av teimum 175 fólkunum hava 125 luttikið í kanningini, eitt svarprosent uppá 71,4 prosent.

Tey allarflestu væl nøgd
Kanningin staðfestir, at ein heilt stórur partur – 82 prosent – eru sera væl og væl nøgd við útbúgvingina á Setrinum. Ábendingar eru um, at tey, sum hava tikið prógv á Náttúruvísindadeildini eru betri nøgd, enn tey, sum hava tikið prógv á Føroyamálsdeildini og Søgu- og Samfelagsdeildini.

 

Nógv hava nomið framhaldandi útbúgving
Umleið 55 prosent av teimum, sum hava tikið prógv á Setrinum, hava eftir Setrið nomið sær aðra útbúgving ella eru enn undir framhaldandi útbúgving. Umleið helvtin av hesum hava verið ella eru undir útbúgving í Føroyum, meðan hin helvtin hevur verið og er undir útbúgving uttanlands. Nøkur hava verið og eru eisini undir útbúgving umvegis fjarlestur.

9 út av 10 vend aftur til Føroya
Tey flestu, fleiri enn 76 prosent, búgva í dag í Føroyum. Meðan góð 23 prosent búgva uttanlands, serliga í Danmark. Kanningin vísir, at 9 út av 10 av teimum, sum hava tikið prógv á Setrinum og sum eftir tað hava verið uttanlands í útbúgvingarørindum, venda heim eftir lokna útbúgving. Tey, sum framvegis eru uttanlands, eru í flestu førum undir útbúgving.

 

Samanborið við kanning hjá Stuðulsstovninum, sum vísir, at umleið helvtin av føroysku lesandi uttanlands ikki venda aftur, vísir hendan kanningin, at tey, sum hava tikið útbúgving á Setrinum og síðani eru farin uttanlands at taka framhaldandi útbúgving, í stóran mun venda heim eftir lokna útbúgving.

Tey flestu arbeiða hjá tí almenna
Tey flestu, – 57 prosent – sum hava tikið prógv á Setrinum í árunum 1999 til 2009, arbeiða hjá tí almenna. Ein partur arbeiðir í privatari vinnu, meðan nøkur vóru sjálvsstøðug og í aðrari vinnu.

 

At enda vísir kanningini eisini, at fleiri enn 20 prosent eru leiðarar ella millum-leiðarar, og er Setrið sostatt við til at útbúgva fólk til leiðarastørv í føroyska samfelagnum. 14 prosent av teimum, sum hava tikið prógv á Setrinum tey seinastu 10 árini, starvast í dag sum granskarar.


Frágreiðingin kann takast niður á www.socdev.fo undir útgávur og arbeiðsrit.