University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Nýggj Klukka 2 Dyschirius Aeneus AKH Copy 287520736622764491
28.06.2024
Setrið Náttúruvísindadeildin

Lesandi funnið nýggja klukku í Sandoynni

Í hesi vikuni hava lívfrøðilesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verið á kanningarferð í Sandoynni, har tey funnu eina klukku, sum ikki áður er sæð í Føroyum

Alt millum himmal og jørð kann henda, tá ein lesur lívfrøði, og tað ásannaðu lesandi á Náttúruvísindadeildini hesa vikuna, tá tey vóru á kanningarferð í Sandoynni

Tey kalla tað feltskeið, og tey lesandi settu skordýrafellur ymsastaðni kring oynna.

Í fellunum, ið vóru kannaðar mikudagin, funnu tey eitt nýtt slag av svartaklukku (Carabidae). Hendan slektin, ið kallast Dyschirius, er ikki funnin í Føroyum áður.

Enn hava tey ikki staðfest, hvat slag hendan svartaklukkan er, men klukkur í hesi slektini eru umleið fimm millimetrar langar, eru mjáar um miðjuna og hava staput frambein at grava við.

Allarflestu sløgini í hesi slektini liva í sandmold tætt við sjógv. Har grava tær holur at liva í og veiða smáar skildisklukkur.

Myndin, sum er brúkt til hesa greinina, er her.

Fleiri myndir koma seinni, tá tey við vissu hava staðfest slagið.

Lesandi á Náttúruvísindadeildini á lívfrøðiligari kanningarferð í Sandoynni

Hendan kanningarferðin verður skipað í samstarvi við Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av undirvísingini um skordýr. Hendan nýggja klukkan, sum funnin er, verður givin Tjóðsavninum til víðari kanningar.

Til ber enn at søkja um lestrarpláss á lívfrøðiútbúgvingini á Setrinum.

Umsóknarfreist er á midnátt 1. juli.

Lesið meira um tað her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 06 26 At 14 25 36 Fróðskaparsetur Føroya Prógvhandan 2026 Youtube

    201 staðið prógv frá Setrinum í ár

  2. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 13

    Visit Faroe Islands: Vísindaliga ráðstevnan hjá Setrinum gav 30 mió kr

  3. Screenshot 2026 06 04 At 10 27 28 Prógvhandan 2026 Setur

    Prógvhandan 2026: Fylgið stroyminum her