22.06.2015
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Lesandi og teirra skattaviðurskifti í summarfrítíðini

Skattaviðurskiftini hjá føroyskum lesandi uttanlands og í Føroyum í summarfrítíðini í Føroyum.


Nú styttist av álvara til summarfrítíðina, tá ið nógv lesandi fáa sær eitt fyribils starv í eitt avmarkað tíðarskeið. Í hesum tíðarskeiði er týdningarmikið hjá teimum lesandi at geva sær far um síni skattaviðurskifti.

Lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summarfrítíðini, skulu skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 15. juli 2015, boða TAKS frá, um p-talið skal gerast virkið. P-talið má vera virkið fyri at fáa løn útgoldna. Er p-talið ikki gjørt virkið innan 15. juli er møguligt at gera tað virkið aftur frá 10. august 2015.

Fyri at gera p-talið virkið skal teldupostur sendast til taks@taks.fo, við upplýsingum um p-tal, navn, adressu og nær ein væntandi er í Føroyum. Boðini skulu vera skrivlig.

Søkja lesandi um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, verða tey skrásett við fríkorti. Tað merkir, at tær fyrstu kr. 30.000, ið vunnar verða, eru skattafríar. Fríkortið er tað sama sum botnfrádrátturin í kommunuskattinum. Verður vunnið meira enn botnfrádráttin, verður skattur goldin av inntøkuni, sum fer upp um botnfrádráttin.

Lesandi í Føroyum hava sama møguleika sum lesandi uttanlands at fáa sær eitt fríkort, um tey bert arbeiða partar av árinum, har inntøkan er á leið kr. 30.000.

Fríkortið er kortini ikki galdandi fyri øll starvspláss. Hvørki lesandi í Føroyum ella uttanlands kunnu fáa fríkort, um tey mynstra umborð á skip, sum eru skrásett undir FAS skipanini. Hýra frá skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá (FAS), verður skattað við føstum skattaprosenti upp á 35%, uttan mun til, hvussu nógvur peningur verður vunnin.

Til ber at søkja um fulla skattskyldu í Føroyum her.

Meira um skattaviðurskifti hjá lesandi kann lesast her.

 

Kelda: TAKS