21.12.2018
Skriva út

Lesandi vitja alivirkir

Fyrr í mánaðinum vitjaðu lesandi í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum á Marine Harvest Faroese í Oyndarfirði og Bakkafrost á Glyvrum. Hetta var í sambandi við lærugreinina Alivinnubúskap.

Fyrst hevði Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, eina framløgu, sum vísti, hvussu teirra virksemi á Marine Harvest hevur verið upp í gjøgnum tíðina. Síðani var farið runt at síggja framkomnu og nýmótans smoltstøðina á Hellunum. Jóhan Toftegaard, leiðari á smoltstøðini, vísti runt og kunnaði um dagligu gongdina á virkinum.

Seinnapartin sama dag var farið at vitja høvuðsskrivstovuna á Bakkafrosti á Glyvrum. Gunnar Nielsen, fíggjarstjóri, vísti runt á tí mest nýmótans alivirkinum. Tey sóu alla prosessina, frá tí at laksurin kemur inn á virkið, verður kruvdur, skorin og pakkaður, klárur til útflutning. Eisini var ein framløga um fíggjarliga partin hjá virkinum.

Fleiri myndir frá degnum eru at síggja niðanfyri: