University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Lestrarársbyrjan á Føroyamálsdeildini
03.09.2013
Føroyamálsdeildin

Lestrarársbyrjan á Føroyamálsdeildini

2. september byrjaðu 16 nýggj lesandi BA-lestur á Føroyamálsdeildini.


Tann fyrsta vikan er ein serstøk innleiðsluvika, har ið kunnað verður um praktisk viðurskifti í sambandi við lesturin. Eftir at deildarleiðarin og dekanurin høvdu boðið vælkomin, greiddi studentavegleiðarin frá um lestrarvegleiðingina á deildini. Síðani varð kunning av lærarum og starvsfólki. Deildin bjóðaði til morgunmatar á Leska, og eftir at myndir vórðu tiknar, var ein framløga um, hvussu BA-lesturin er skipaður og um hvat tað vil siga at lesa føroyskt sum akademiskt fak. Eldri lesandi greiddu frá sínum royndum at lesa á deildini, og dagurin endaði við eini rundvísing á deildini, á setursskrivstovuni og í Reinshúsum.

Týsdagin 3. eru kunningar um Moodle og First Class á skránni, eins og kunnað verður um Bolognatilgongdina, Nordliks, Nordkurs og Islex. Bókavørðurin greiðir frá bókasavninum, og granskingarhjálpararnir kunna um arbeiðið at talgilda søvnini á deildini. Eitt punkt á skránni eitur: Hvørjar akademiskar dyr kann lestur í føroyskum opna. Her fara ein fyrrverandi lesandi og eitt av starvsfólkunum á deildini at greiða frá sínum royndum.

Mikudagin 4. er vanlig undirvísing á skránni, og fríggjadagin 6. endar innleiðsluvikan. Tá fara deildarskrivarin og skrivstovufólkið at kunna um ymisk praktisk viðurskifti á deildini. Eftir døgurðasteðgin fer Studni at greiða frá reglum um stuðul, og kl. 14.00 byrjar upphiting til tað stóra felags innleiðslutiltakið á Őström seinni um dagin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Kampus Frælsið

    Valfundur: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  2. 2012-Setur.fo_Bygningar-068.jpg

    Ph.d.-skeið í kvalitativum háttaløgum

  3. Francesco undirvísir í rómverjarætti (3).jpg

    Symposium um rómverjarætt