Anna Katrin Matras
20.08.2018
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Lestrarbyrjan á Setrinum

Í morgun byrjaðu 284 nýggj lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Skipað var fyri felags innleiðslu í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, áðrenn farið var út á deildirnar, har útbúgvingarnar eru staðsettar.

Fyrr í summar, í juli mánað, fingu 298 av umsøkjarunum til lestur á Setrinum svar um, at tey vóru upptikin. Tey fingu freist fram til 1. august at svara, um tey tóku av hesum tilboði. Tað valdu tey allar flestu, men onkur tøk pláss góvu nú ein nýggjan møguleiki hjá umsøkjarum at søkja inn. Hetta broytti myndina nakað og vórðu tað 28 umsøkjarar, sum tá tóku av lestrarplássi.

So í dag byrja hesi 284 nýggju lesandi eitt nýtt spennandi kapittul í lívinum, og koma at hava sín gerandisdag á Fróðskaparsetri Føroya.

Vit bjóða teimum hjartaliga vælkomnum og bestu eydnu við lestrinum.

HER sæst eitt yvirlit, sum vísir býtið av lesandi millum útbúgvingarnar.