University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Lestrarbyrjan á Søgu- og Samfelagsdeildini (1)
05.09.2013
Søgu- og samfelagsdeildin

Lestrarbyrjan á Søgu- og Samfelagsdeildini

Mánamorgunin 2. september byrjaði eitt nýtt lið av lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini. Nærum 60 lesandi hava fingið játtan um upptøku á teimum trimum útbúgvingunum: Søga, Politikkur og Umsiting og Sosialvísind og Samfelagsplanlegging.


Malan Marnersdóttir, dekanur, bjóðaði teimum lesandi vælkomnum á deildina og røddi m.a. um hvat tað merkti at vera lesandi á einum universiteti. Síðani varð morgunmatur boðin til øll, har fólk fingu høvið at práta saman.

Hans Andrias Sølvará, deildarleiðari, greiddi síðani frá deildini og hvussu hon virkar, og umboð fyri útbúgvingar og lestrarvegleiðing greiddi frá. Harnæst var eisini rundvísing á deildini, soleiðis at tey nýggju lesandi fingu kunnað seg um sínar nýggju umstøður.

Ein partur av innleiðsluni verður, at eldri lesandi skipa fyri felags degi, sum verður 14. september.




Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast