10.01.2019
Námsvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Lestrarferð hjá linjuni Smábarnafrøði

Í november 2018 fóru námsfrøðilesandi á linjuni "Smábarnafrøði – tað virkna og luttakandi barnið" og undirvísarin Sigrid Vesturgarð á lestrarferð til Keypmannahavnar.

Endamálið við ferðini var at fáa vitan um, hvussu tað í praksis riggar at taka talgildar miðlar inn í námsfrøðiliga virksemið á dagstovnum. Í tí sambandi varð skipað fyri at vitja stovnar, ið m.a hava luttikið í menningar- og granskingarverkætlanum um talgildar miðlar hjá 0-8 ára gomlum børnum.

Tað, ið var áhugavert við júst hesum evnunum, var, at tað ikki er nakar stovnur í Føroyum, ið hevur talgildar miðlar á dagskránni. Talgildu miðlarnir fylla nógv í gerandisdegnum hjá børnum og vaksnum í dag. Tí er tað áhugavert at nema sær vitan um, hvørjar royndir tey hava, ið miðvíst hava arbeitt við at integrera talgildu miðlarnar í námsfrøðiliga virksemið, og hvussu tey lesandi sum komandi námsfrøðingar, kunnu taka teirra royndargrundarløg og mannagongdir við sær út á stovnarnar í Føroyum.

Bókin "Børns liv og leg med medier" eftir Stine Liv Johansen var ein partur pensum og  grundarlagnum fyri lestrarferðini. Bókin lýsir barndómin í dag, og hvussu talgildir miðlar kunnu ávirka gerandisdagin og spælið hjá børnum. Sambært Johansen hava talgildir miðlar fingið ein stóran leiklut í dagsins samfelag og tí hevur tað týdning, at námsfrøðingar nema sær kunnleika um talgildar miðlar og nýta hann í námsfrøðiliga virkseminum og sum amboð í myndanargongdini hjá børnum.

Fyri at fáa praksisvitan um sannføringina hjá Johansen, varð skipað fyri tveimum stovnsvitjanum á Børnehuset Bøgely og Vuggestuen og Børnehaven Nyrup. Hesir stovnar hava báðir luttikið í menningar- og granskingarverkætlanum um talgildar miðlar hjá 0-8 ára gomlum børnum. Stovnarnir hava tikið avgerð um at nýta og integrera talgildar miðlar og KT sum menningar-, myndanar-, læru- og spæliamboð í dagliga námsfrøðiliga virkseminum.

Samanumtikið sóu tey lesandi tveir skipaðar og fjølbroyttar stovnar, sum tóku barnsins sjónarmið og fylgdu sporinum hjá barninum. Eisini vóru tey tilvitaði um tann partin av uppgávuni, sum er myndan. Hendan myndan er í dagsins samfelag økt til eisini at fevna um talgilda myndan, og tað kann ein ikki síggja burtur frá. Børnini mugu myndast til tað samfelag, tey eru ein partur av. Stovnarnir vóru ikki bangnir fyri tí nýggju tøknini, tí hon sást sum eitt amboð til at geva øllum børnum fleiri møguleikar og eitt vælskikkað grundarlag til lívið.

À lestrarferðini fingu tey lesandi eisini høvi til at vitja Martha Hjemmet á Nørrebrúgv, sum er ein dagstovnur, ið arbeiðir normkritiskt. T.v.s. at dagstovnurin virkar fyri eintáttaðum fatanum og hugmyndum í mun til t.d. kyn og aðrar mentanir. Eisini verður ynskt at fevna um ymiskleikan og geva øllum børnum javnbjóðis møguleikar uttan mun til kyn. Í samband við vitjanina á Martha Hjemmet lósu tey lesandi bókina "Giv alle børn flere muligheder – Om det normkritiske og ligestillingspædagogiske arbejde på Martha Hjemmet", eftir Helle Bøgelund Frederiksen, sum er leiðari á stovninum.

Sum liður í lestrarferðini vóru tey lesandi eisini á ráðstevnu á Danmarks Pædagogiske Universiteti við heitinum: "Leg er ikke kun for sjov!", har fyrilestrar og verkstovur vóru við ymiskum sjónarmiðum á spæl.

Spæl er eitt fyribrigdi, ið sprettir av sær sjálvum, uttan mun til, hvar ein veksur upp. Tað er ikki nakað, ið skal lærast, men íblásturin til spæl kemur av umstøðunum – og so skal tað vera stuttligt! Hetta vóru nakrar av staðfestingunum á ráðstevnuni á DPU, og tóku tær týðiliga frástøðu frá, at spæl verður skipað sum lærandi, skúlafyrireikandi tiltak. Tað var semja millum universitetslærararnar: Paul L. Harris, professara á Harvard Universiteti, bretska sosiologin Ben Fincham, umframt Claus Holm, Lars Geer-Hammershøj og Ditte Winther-Lindquist, lektarar á DPU um, at tað er umráðandi, at lata børn royna seg í verki og ikki altíð at hava eitt ávíst endamál við virkseminum. Heldur skal endamálið vera, at tey vaksnu eru serkøn til at geva børnum íblástur til rannsóknarferð í egnum hugaheimi og so skal tað vera stuttligt!

”Fun is very important. It provides levity in the face of boredom and sadness. It is essential for feeling good. It fuels families, friendships, identities and happiness. It is something to be nurtured and cherished, enhanced, encouraged, recognised and celebrated. We will experience it in our own way but always have it with others, and as long as there are rules, there will be people playfully breaking them, having fun” (Ben Fincham - DPU 2018).

Sum liður í eftirmetingini av lestrarferðini hava tey lesandi gjørt ein bókling, ið nærri lýsir allar stovnarnar, ið vitjaðar vóru og ráðstevnuna á DPU.