07.06.2016
Altjóða Skrivstovan Setursskrivstovan
Skriva út

Lestrarhús

Summarið 2016 bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Hølini liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna.


Hetta er eitt tilboð til teirra, ið hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða við uppgávum í summarfrítíðini. Lesandi á Setrinum eins og lesandi uttanlands.

Ókeypis net er í Lestrarhúsinum.

Lestrarhúsið er opið frá 27. juni 2016 til 21. august 2016, og tað er opið, tá ið Býarbókasavnið er opið. 

Upplatingartíðir á Býarbókasavninum
mánadag - hósdag: 9 -21
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-16
sunnudag: 14-17

Býarbókasavnið er stongt á ólavsøku.

Kelda: Tórshavn.fo