University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Lestrarkafé 5 sept 24 Cecilia N Sørensen.jpg
04.09.2023
Setrið Lestrarskrivstovan

Lestrarkafé 5. september fyri lesandi á Setrinum

Øll lesandi á Setrinum verða boðin á lestrarkafé í morgin, 5. september klokkan 13:00, har vit fara at hugna okkum og hoyra um fíggjarligt frælsi

Nú byrja lestrarkaféirnar aftur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.

Vit leggja út í morgin á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25, og vit hittast klokkan 13:00 og byrja við einum deiligum drekkamunni.

Síðani fer Cecilia N. Sørensen at hava eina lætta framløgu um fíggjarligt frælsi, sum eisini er sera viðkomandi fyri lesandi, ið mangan skulu balansera eitt trongt búskett.

Framløgan byrjar klokkan 14:00.

Lestrarkaféin er eitt frálíkt høvi hjá okkara lesandi at hitta onnur - eisini frá øðrum útbúgvingum og deildum, og so fáa eina stutta framløgu, sum er viðkomandi fyri lestrarlívið.

Lestrarvegleiðaratoymið hevur lagt eina ætlan fyri allar lestrarkaféirnar og fyri verkstaðir fyri lesandi hetta lestrarárið.

Kunnið tykkum um alla skránna her og setið krossar í kalendaran.

GG: Tilmelding er ikki neyðug til lestrarkaféirnar, men til verkstaðirnar.

Møtið glað og fjølment!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Álvur Haraldsen 260526 0161 (1)

    UArctic Congress 2026: Ljómandi veitsla í Tórsgøtu

  2. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 53

    Costas, ES-kommisserur: - Hetta er órættvíst

  3. Martin Tvede Zachariasen Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 40

    UArctic Congress 2026 sett