04.05.2023
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Lestrarkafé 9. mai um munnligar próvtøkur

Lestrarkafé fyri lesandi á Setrinum verður 9. mai í stovu 52 á Námsvísindadeildini, tá góð ráð um munnligar próvtøkur verða at fáa

Góðu lesandi.

Týsdagin 9. mai klokkan 14 verður høvi hjá tykkum at fáa góð og viðkomandi ráð til tær munnligu próvtøkurnar.

Sum vant borðreiða vit á lestrarkaféini fyrst við góðum kaffi og onkrum afturvið, og klokkan 15 fer Kalpana Vijayavarathan, lektari á Setrinum, at geva tykkum síni bestu ráð um munnligar próvtøkur og fyrireikingarnar til tær.

Hetta er eitt sera viðkomandi evni fyri tykkum øll, so vit vóna, at mong vilja koma.

Kalpana hevur sína framløgu talgilt á zoom, so ber ikki til hjá onkrum at møta í stovu 52 á Frælsinum, kann ein fylgja við stroyminum.

Leinkið til stroymin verður sent til tykkara lestrarteldupost á degnum.

Møtið fjølment!