03.02.2023
Setrið Til lesandi
Skriva út

Lestrarkaféin í vár

Lestrarkaféin er eitt tilboð til øll lesandi á Setrinum, og fýra standa á skránni nú við spennandi og lestrarviðkomandi framløgum

Lestrarkaféin ferðast kring deildirnar á Setrinum, men sama er galdandi fyri tær allar: Tiltøkini eru ætlað øllum lesandi á Setrinum uttan mun til lestrarstað.

Vit lata upp hvørja ferð klokkan 14:00 við kaffi og køku, og síðani verður framløga klokkan 15.

Skráin er henda:

  • 16. februar: Vísindalig argumentatión v/Jógvan D. Hansen á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini
  • 7. mars: Fíggjarligt frælsi v/Ceciliu Nolsøe Sørensen í høli 507 í Sjóvinnuhúsinum
  • 27. apríl: ADHD og lestrarlív v/Anna Nolsøe í stovu 52 á Námsvísindadeildini
  • 9. mai: Góð ráð til munnligar próvtøkur v/Kalpanu Vijayavarathan í stovu 52 á Námsvísindadeildini

Øll lesandi eru hjartaliga vælkomin!