University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sjúkrarøktarfrøðingar.png

Setrið fer nú at taka 25 lesandi upp til sjúkrarøktarfrøði hálva hvørt ár og harvið næstan tvífaldast árliga upptøkan (Foto: Landssjúkrahúsið, ls.fo)

Brynhild Thomsen
30.09.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Lestrarplássini næstan tvífaldast

Samfelagnum tørvar fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, og nú fer Setrið at taka lesandi inn tvær ferðir árliga, og 25 lestrarpláss verða sostatt tøk í januar

Tað stendur svart uppá hvítt í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram fyrrapartin: Játtanin til Setrið verður uppraðfest fyri at taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðilesandi.

Og fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og ætlanin er, at umsóknarbløð og annað tilfar skal verða klárt á heimasíðuni her longu í morgin.

Tað verða 25 nýggj lestrarpláss tøk á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og lesturin byrjar í januar.

Hetta merkir, at upptøkan av sjúkrarøktarfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya næstan tvífaldast til umleið 50 um árið.

- Vit frøast um hetta stigið, sum nú verður tikið, tí tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum er stórur og vaksandi, og tað er okkara uppgáva at levera vøruna, sigur May-Britt Skoradal, sum er varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Ein stuttur filmur um lesturin á DHS er her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum