University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Lestrarstarv hjá MFS

Lestrarstarv hjá MFS

Meginfelag Føroyskra Studenta søkir skrivstovufólk í Føroyum.


Talan er um 10 tímar um vikuna, og arbeiðistíðin verður tillagað eftir tínum lestrarskema og eftir avtalu. Dagligu arbeiðsuppgávurnar fevna eitt nú um bókhald, samskifti, og røkt av heimasíðu og sosialu miðlum. Tú kemur í stóran mun at arbeiða sjálvstøðugt og saman við nevndarlimum í felagnum.

Skrivstovan heldur til í nýumvalda Sjóvinnuhúsinum, har vit húsast saman við Fróðskaparsetri Føroya.

Umsóknarfreistin er 15. januar 2018. 

Til ber at lesa meir um starvið á heimasíðu okkara www.mfs.fo og hevur tú spurningar, ber til at ringja á +45 53 646 007 ella skriva á mfs(at)mfs.fo

Kom og ver ein partur av okkara toymi!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Kampus Frælsið

    Valfundur: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  2. 2012-Setur.fo_Bygningar-068.jpg

    Ph.d.-skeið í kvalitativum háttaløgum

  3. Francesco undirvísir í rómverjarætti (3).jpg

    Symposium um rómverjarætt